Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skeltingin als ikki nøktandi

John William Joensen

Vit hava sent áheitan til landsverk um at fáa neyðug skelti uppsett við landsvegirnar í samband við góðshavnina, sigur Heri Hammer, býrarverkfrøðingur

– Tá eg var á bryggjuni í morgun legði eg til merkis, at tveir fremmandir bilar, sum komu í land av Norrønu, fóru skeivan veg norður móti tunnellunum, og tað er sera óheppið.

– Kommunan hevur sett skelti upp við rundkoyringina í miðbýnum, men hóast vit fyri langari tíð síðan heittu á Landsverk um at fáa skeltir upp við landsvegirnar, er einki hent enn.

– Eg havi tosða við landsverk aftur í morgun og teir hava lova at skeltini koma upp beinan vegin.