Pipar & Salt skemtari fer at undirhalda fólki, tá ið føroyingar gera innrás í Keypmannahavn
Leygarkvøldið 1. apríl gera føroyingar innrás í Keypmannahavn við sangi, tónleiki og undirhaldi. Tiltakið verður hildið í Amager Bio, sum telist millum bestu spælistøð í Danmark. Hittbólkurin Dynamitt verður við, og teir fara hetta kvøldið at framføra í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Nú er greitt, at skemtarin Sjúrður Skaale eisini verður við í Innrásini.
Sjúrður Skaale, sum er onnur helvtin av Pipar & Salt, fer at leiða kvøldið, og umframt at presentera bólkarnar fer hann eisini at undirhalda við speiskum og viðkomandi skemti.
Sjúrður Skaale dugir sum fáur at venda aktuellum og ævigtaktuellum viðurskiftum á høvdið, gera gjøldur við teimum og fáa fólk at flenna. Hann fer at hava nøkur innsløg gjøgnum kvøldið, og ivaleyst fer hann at stíga fram í øðrum leikluti enn sum Sjúrður Skaale.
Atgongumerki til Innrásina kunnu keypast á heimasíðuni atgongumerki.fo




