Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skerdur miðvøllur hjá Víkingi

Jákup Ósá

Tveir leikarar, sum vanliga eru fastir í uppstillingini, sita uttanfyri vegna leikbann, tá Víkingur mikukvøldið tekur ímóti KÍ í Sarpugerði.

Hans Jørgen Djurhuus fekk reytt kort móti EB/Streymi og hóast leikbannið seinni bleiv niðursett frá fýra ystum til tveir dystir, so situr hann uttanfyri mikukvøldð. Og so fekk landsliðsleikarin Hallur Hansson sítt 8. gula kort móti AB seinast og tað merkir, at eisini hann situr uttanfyri. Hinvegin hevur Víkingur liðskiparin Atla Gregersen við aftur eftir, at hann hevur sitið uttanfyri við leikbanni seinastu tveir dystirnar.

Víkingur hevur ikki tapt í 8 dystum, men seinastu fýra dystirnir eru allir endaðir við javnleiki.

Harleyfacadeacryl