Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKF vitjaði KBI

John William Joensen

Hóast heimsumfatandi legufyritøkan SKF ger stórar útbyggingar í Kina, gloyma hesir ikki føroyska marknaðin, hóast risamunur er á stødd

KBI, fyritøkan í Klingrugarði í Klaksvík innflytur, og hevur tætt samstarv við kendu svensku SKF fyritøkuna, sum framleiðir legur, smyrjisystem, transmissiónslutir o.a. Tað er bert góður mánaði síðani, at fyritøkan var í Føroyum við framsýningarbili, har Norðlýsið var á staðnum og hevði nøkur smátíðindi um ferðina í blaðnum. Tá var fyrilestur um tænastuviðgerðir av transmissiónum, smyrjisystemum, um nýggj amboð til at veita tænastu við o.a.

SKF er umboðað í 130 londum, í 15.000 støðum, og framleiðir í flestu londum, hava umleið 45.000 fólk í arbeiði. Árliga sølan liggur um 63 milliardir sv. krónur.

Henda fyritøka hevur sett sær fyri, at teir skulu minka um CO2 útlátið við 5 prosentum árliga. Í 2008 var minkingin 9,1%

Øll fáa góða tænastu
Í næstseinastu viku løgdu teir frá landi við eini útbygging í Kina av virkseminum í býnum Dalian í Liaoning-økinum, sum teir hava verið í frammanundan. Útbyggingin kostaði 638 mió. svenskar krónur, soleiðis, at teir har ídag hava eitt virki við tilsamans 25.000 fermetrum, við einum íløgukostnaði uppá íalt 1.1 mia. krónur. Útbyggingin fer at tvífalda framleiðsluna. SKF er høgt í metum í hesum framstúrtandi landi á vinnuøkinum.

Ein av orsøkunum til, at fyritøkan, sum varð stovnað í 1907 hevur havt tílíka framgongd er, at teir hava givið bæði tí “lítla” og “stóra” kundanum eina dygga tænastu.

Í Føroyum hevur KBI tætt samstarv við SKF og er innflytari av teirra framleiðslu.

Til ber at fara inn á http://www.kbi.fo og síðani víðari inn á heimasíðuna hjá SKF www.skf.com