Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skíðkapping ímorgin sunnudagin kl. 15.00

Oliver Joensen

Klaksvíkar Skíðfelag skipar fyri skíð-, snowboard- og sleðukapping ímorgin frá kl. 15.00. Tekning á Norðlýsinum ídag millum 17.00 og 18.00.

Ímorgin sunnudagin verður skipað fyri skíðkapping uppi á hædd. Ætlanin er breytin verður av parkeringsplássinum á Hálsi og málið niðri á Hæddini fyri skíðarar, ið hava longstu breytina. Yngru børnini hava tó styttri breyt.
Tilmelding verður ídag á Norðlýsinum, Rygsvegur 3, ímillum kl. 17.00 og 18.00 tá luttøkugjald á 20 kr. eisini skal gjaldast.
Skíðfelagið heitir við hesum eisini á ung og vaksin at koma niðan ídag at hjálpa til at gera skíðbreytina klára til ímorgin.