Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skift út Lars!

Jákup Ósá

26. mai verður føroyska fótbóltslandsliðið úttikið. Eftir 6-0 ósigurin seinast

26. mai verður føroyska fótbóltslandsliðið úttikið. Eftir 6-0ósigurin seinast hevur Dimmalætting í dagsins blaði givið sítt boð uppá, hvussuuppstillingin og hópurin annars skal síggja út. Har verður mælt til, at 5leikarar, ið ikki vóru mettir at vera góðir nokk til hópin seinast, skulu byrjainni hesaferð!

 

Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson hava leikbann til dystinmóti Írlandi og tí skulu í øllum førum tvær broytingar vera. Men ítróttarredaktióninhjá Dimmalætting heldur, at heili 5 nýggir leikarar skulu við frá byrjan, hareingin av teimum yvirhøvur var í hópinum seinast. Dimmalætting vil hava hesarfrá byrjan:

Málverji: Gunnar Nielsen

Høgri bakkur: Jónas Tór Næs

Miðverji: Rógvi Baldvinsson

Miðverji: Oddmar Færø

Vinstri bakkur: Jóhan Troest Davidsen (nýggjur)

Verjukendur miðvallaleikari: Heini Vatnsdal (nýggjur)

Verjukendur miðvallaleikari: Atli Danielsen (nýggjur)

Álopskendur miðvallaleikari: Súni Olsen (nýggjur)

Høgri vongur: Símun Samuelsen

Vinstri vongur. Christian Lamhauge Holst

Álopsleikari: Páll A. Klettskarð (nýggjur)

 

Annars ger Dimma eisini aðrar broytingar í 21 mans hópinum.Leif Niclassen er eisini úttikin umframt teir 5 í uppstillingini, meðan DanielUdsen, Pætur Dam Jacobsen og Viljormur Davidsen missa plássið í hópinum umframtskadda Arnbjørn Hansen.

 

Grundgevingar og annars aðrar greiningar kringlandsliðsúttøkuna kunnu lesast í blaðnum. Landsliðshópurin verður úttikin sunnudagin26. mai.