Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiftandi ætt næstu dagarnar

Hanus Kjølbro

Fylgissveinamynd frá middegi í dag. Eitt sindur óruddiligt um okkara leiðir. Miðjan í tí veika lágtrýstinum er beint vestan fyri Suðuroyggjar (Hebridurnar). Nógv brúgvaløg við avfalli, men lítil megi er í lágtrýstinum. Tí er fyri tað mesta skýggjað veður. Avfallið, sum er í dag, er íkomið av fjøllum (orografiskt)

Tey ganga beint á okkum fyri tíðina – lágtrýstini av Nýfunnlandsleiðini. Tey halda fyrst eina leið beint vestur í hav, og so haðani ímóti Føroyum. Tað eru viðurskiftini ovarlaga í lufthavinum, sum gera hesa leiðina. Leiðin líkist nokkso henni sum var á jólum – lágtrýstini líkjast tó als ikki, hvussu djúp tey eru o.s.fr.

Lágtrýstini steðga nakað sunnan fyri Føroyar – fara ikki framvið. Tá ið luftin soleiðis melur um lágtrýstini sunnan fyri okkum, er ættin skiftandi, hvaðani luftin kemur til Føroya – alt velst um, hvussu nær tey eru komin.

Skal ættin og veðrið, sum hevur verið seinastu dagarnar, broytast, mugu viðurskiftini í erva eisini broytast. Tað skulu vit ikki rokna við fer at henda ta næstu vikuna.

So veðrið fer at vera skiftandi næstu dagarnar.

Í dag er suðurætt og landsynningur, skýggjað veður, sólglottar ella ælingar í støðum.

Í morgin kann væntast høgætt, norðan og útnyrðingur; týsdagin er ættin komin niður í sunnan og landsynning; mikudagin og hósdagin ímillum útsynning og landsynning; fríggjadagin ímillum vestan og sunnan.

Góðan sunnudag.