Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiftandi veður í vikuni

Skipsatstøðarar Sjónáms

Veðrið í vikuni, sum nú kemur, fer at vera eitt sindur skiftandi.

Eitt lágtrýst eystan fyri Ísland gevur okkum kalda høgætt í dag og í nátt afturat. Á middegi í morgin er ein hátrýstryggur úr einum hástrýsti yvir Suðuronglandi yvir okkum. Hann liggur tíverri ikki leingi yvir okkum, men ta løtuna hann er her, er gott veður, lítil vindur úr ymsum ættum um middagsleitið í morgin og eitt sindur út á seinnapartin.

Eitt nýtt lágtrýst úr Grønlandsfjørðinum nærkast Føroyum, og vit fara at merkja tað týskvøldið, tá ið vindurin fer at koma úr útsynningi – ikki nógvur vindur – og brúgvaløg við regni. Htin hevur tá kvinkað seg nøkur stig upp eftir hitastinganum í mun til kuldan í gjár og í morgun.

Lágtrýstið fer at ferðast eystureftir norðan fyri Ísland, og tí fara vit at fáa ta ekvatorialu síðuna at merkja – t.e. útsynning og har á leið – mikudagin. Mikukvøldið er lágtrýstið komið so langt eystur um okkum, at høgættin kemur aftur. Hon fer eftir øllum at døma at liggja langt inn í vikuskiftið.