Lágtrýstini fara at koma beint á okkum næstu dagarnar. Veðrið fer tí at vera eitt sindur av hvørjum – ættin fer mestsum allan kringin runt; váttligt, men onkur turrur dagur.
Eysturættin í dag verður til landsynning í kvøld. Vindferðin er minkandi; á midnátt verða bert 2-3 m/s. Regn ella æl kunnu væntast aftur í kvøld, men eftir midnátt er samregn og eitt sindur meira av vindi, eini 10 m/s ella so.
Týsmorgunin støkkur hann vesturum, tað slítur í og vindferðin minkar niður í 3 til 8 m/s. Seinnapartin í morgin fer hann aftur niður ímóti suðuri; hann fer eystur um sunnan tíðliga um kvøldið. Tað verður væntandi turt allan dagin líka til í annaðkvøld, tá ið eitt brúgvalag kemur úr útsynningi og fer framvið í ein landnyrðing.
Tað regnar so týskvøldið og mikunátt. Mikumorgun slítur í – tó at onkur ælingur kann væntast – og so er høgætt aftur.



