Nú Klaksvíkar Kommuna aftur er komin í trongstøðu fíggjarliga, og politikararnir royna at vaska hendur, og siga “Góða mamma tað var ikki eg”, so haldi eg, at allir flokkar hava meira ella minni ábyrgd av, at kommunan er komin í hesa støðu.
Inntøkurnar hjá Klaksvíkar Kommunu eru tengdar at hvussu tað hilnast í fiskivinnuni, og tískil eru inntøkurnar hjá kommununi ójavnar frá einum ári til annað. Hesum er býráðið eisini noytt at laga seg eftir, og tí haldi eg, at tað er neyðugt at Klaksvíkar Kommuna ger eina langtíðar fíggjarætlan fyri fleiri ár fram, og at kommunan neyvt skal halda seg til hesa fíggjarætlan, eisini tá nógv kemur í kassan. Um hetta ikki verður gjørt, koma vit aftur í somu støðu um nøkur ár, sama hvør stýrir. Henda fíggjarætlanin skal vera realistisk, soleiðis at tað ber til at halda hana og stýra kommununi, bæði tá inntøkurnar eru høgar og lágar. Tí er tað eisini av stórum týdningi, at alt býráðið vísir ábyrgd og tekur undir við einari slíkari ætlan.
Ikki hækka skattaprosentið
Skulu fíggjarligu trupulleikarnir hjá kommununi loysast, er loysnin ikki at hækka skattaprosentið, heldur er tað skilagóð fíggjarlig stýring, ið er loysnin.
At stilla upp til býráðið nú og geva gylt lyfti, er veruleikafjart við tí fíggjarstøðu, sum kommunan er í, verandi mugu fyrst arbeiði gerast liðug, áðrenn aðrar íløgur verða gjørdar.
Vel meg inn í Klaksvíkar Býráð á kommunuvalinum so skil kemur á fíggjarstøðuna í kommununi aftur. Set kross við lista E á valinum.
Vinarliga
Esmund Jacobsen,
Valevni hjá Tjóðveldinum, listi E.




