Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skilagóð FSF-avgerð: Løgmanssteypafinalan skal leikast á ovara vølli

Norðlýsið ÍTROTTUR

FSF boðar frá á heimasíðu sínari, at finalan í kappingini um Løgmanssteypið í ár skal leikast á ovara vølli í Gundadali.

www.fsf.fo hevur nú boðað frá, at finalan um Løgmanssteypið, sum í ár er millum HB og EB/Streym, og sum verður leikt 15. august klokkan 18.00, verður avgreidd á ovara vølli í Gundadali – tvs. ikki á Tórsvølli.

Vit her á Norðlýsinum hava áður sagt okkara hugsan um hesi viðurskifti, og taka vit fult undir við hesi avgerðini, tí vit meta, at finalan liggur nógv betur í Gundadali enn á Tórsvølli.

Fyri tað fyrsta er graslíki eitt nógv betur undirlag til dystir í heimligu kappingini, tí tað er jú tað, sum leikararnir eru vanir við at spæla á.

Fyri tað næsta manglar Tórsvøllur tann dámin, sum er í Gundadali, har áskoðararnir veruliga koma til sín rætt og geva finaluni tað ískoyti frá síðulinjuni, sum ein finala skal hava. Tórsvøllur er snøgt sagt ov stórur. Sjálvt 1500 áskoðarar blíva næstan burtur, og teir gera lítið og einki um seg.

Fyri tað triðja hava áskoðararnir í Gundadali tak yvir høvdið.

Norðlýsið tekur tí fult undir við hesi avgerðini hjá FSF. Tað er gott fyri fótbóltin.

Settur at døma dystin, er Eiler Rasmussen.