Forkvinnan í Sosialu nevnd heldur seg ikki til veruleikan – tá sagt verður at samleggingin av frítíðarskúlanum og virkishúsinum fer at spara kommununi pening, sigur Jákup Skoradal, býráðslimur
Býráðsmeirilutin arbeiddi leingi við at niðurleggja frítíðarskúlan – men eftir politiskt trýst var í seinastu løtu tikin avgerð um at flyta skúlan út í virkishúsið – ein avgerð sum uttan iva fer at kosta kommuni dýrt, sigur Jákup Skoradal, býráðslimur.
– Í samband við samanleggingina av frítíðarskúlanum “Sodnhúsið” og Virkishúsinum fyri Ung var sagt á býráðsfundinum at ein orðsøk til at neyðugt var at flyta skúlan var at leigusáttmálin við Húsmøðrafelagið var uppsagdur.
– Hetta er beinleiðis ósatt tí eingin sáttmáli er uppsagdur – men tað er rætt at sáttmálin gongur út. Nú sigur formaðurin í Sosialunevnd, Elsebeth Hansen, at orðsøkin til at stovnarnir verða samanlagdir er at neyðugt er at spara pening??
– Vit mugu minnast til at frítíðarskúlin er tilboð til børn frá 1. Til 2. Flokk og Virkishúsið er innrætta sum eitt tilboð til tannáringar og næmingar í 3. Og 4. Flokki. Tørvurin hjá hesum aldursbólku er sera ymiskur og tí skal nógv orka og peningur brúkast til at innrætta Virkishúsið til tann tørv sum næmingar í 1. Og 2. Flokki hava.
– Umstøðurnar kring Sodnhúsið eru sera góðar tí húsið liggur, stutt frá skúlunum og ítróttarøkinum har børnini kunnu spæla í góðveðri. Virkishúsið hevur ongar umstøður til spælipláss og tí kemur tað at kosta nógvan pengin at fáa umstøðurnar nøktandi í og kring húsið. Tí verður als ikki talan um nakra sparing og staðfestast kann at býráðsmeirilutin hevur tikið eina høpisleysa avgerð, sum sum uttan iva ferð at kosta kommunukassanum pening.
– Harafturat er talan um eina fyribilsloysn í tvey ár – tí tá Ósáskúlin er liðugur skulu næmingarnir í frítíðarskúlanum flyta niðan í gamla tekniska skúla.
– Í dag brúka næmingar í 3. Og 4. Flokkið Virkishúsið seinrapartar og greitt er at húsið ikki kann húsa báðum tilboðunum í senn.
– Við avgerðini hjá býráðsmeirilutanum fáa vit nú tveir stovnar og tríggjar leiðarar undir sama taki – har allir hava verið við til at bygt hvørt sín stovn upp. Hesir stovnar eru vælriknir og virka væl uppá allart mátar og spurningurin er nú um hetta arbeiði fer fyri bakka.
– Ein avleiðin kann verða at foreldur taka børnini úr tilboðunum og tað er kanska hetta býráðsmeirilutin ynskir. Eisini kunnu vit vanta uppsagnir í kjalarvørrinum av samanleggingini.




