Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skilaleyst at útskiftingin av tingfólkið var so stór á løgtingsvalinum

John William Joensen

sigur Hendrik Old, ið var formaður í Vinnunevndini tá Sandoyartunnilin varð samtyktur í løgtinginum, og hann heldur at tung ábyrgd liggur á royndu politikarunum at finna semjur

– Eg skilji als ikki at Sandoyartunnilin er nakar trupuleiki fyri samgongusamráðingarnar, sigur Hendrik Old, fyrrverandi Javnaðartingmaður, sum eisini var formaður í Vinnunevndini, tá politisk semja varð gjørd í løgtinginum um Sandoyartunnilin.

Eingin trupuleiki við fíggingini
– Seinasta gjaldið frá Landskassanum til Norðoyatunnilin er góðar 43 milliónir og tað fellur í 2008.

– Landskassin hevur tí ikki fleiri skyldur yvir fyri Norðoyatunnlinum og tí er pláss fyri Sandoyarverkætlanini.

– Hetta var eisini orðsøkin til at vit valdu at seta dato á nær arbeiði skal byrjast – og politiska semja varð um at arbeiði skal byrjað 1. november 2009.

– Eg má siga sum er, at tá fólk – og enntá flokkar – seta útbyggingar av samferðslukervinum – upp ímóti sokallaðum bleytum virðum – vísir tað ein bont óseriøsan hugburð.

– Tá vit fóru undir at viðgera Vágatunnilin í tingunum á sinnið var tingsalurin stúgvandi fullur av fólki, sum mótmæltu.

– Eg minnist at eg var noyddur at ganga eftir liðini fyri at sleppa fram at sessinum at viðgera málið – og somu fólk hava sagt við meg síðani, at tað var skeivt av teimum at mótmæla – tí Vágatunnilin hevur skapt eina stóra menning – eisini fyri bleytu virðini í hesum samfelagnum.

– Vit hava síðani bygt baði Vága- og Norðoyatunnilin uttan at nakað menniskjað hevur merkt nakað til at hetta var ein forðan fyri menning á øðrum økjum í samfelagnum.

– Alt hevur koyrt sína vanligu gongd og vit hava bygt skúlar og sjúkrahús ímeðan undirsjóartunnlar hava staði í gerð.

– Eisini hava vit betra um samferðslukervið aðrastaðni – m.a. gjørdu vit Hovstunnilin og eisini eina rúgvu av øðrum viðlíkahaldsarbeiðum.

Einki endamál at útskjóta Sandoyartunnilin
– Løgtingið hevur nú einaferð samtykt, at arbeiði uppá Sandoyartunnilin skal byrjað og tí má ein nýggj løgtingssamtykt gerast um ætlanin er at broyta hetta.

– Men ein trupuleiki er sjálvandi at persónar og enntá flokkar hava gjørt tað til høvuðsevni í valskránni at útbyggingin av samferðslukervinum má steðgast??

– Nú Føroyar eru eitt valdømi sær tað út sum um at meira skal ikki uppá eina valskrá fyri at fáa stóra undirtøku í miðstaðarøkinum og besta dømi er hatta fuppnummarið við eini undirskrivt innsavning móti Sandoynni.

– Tá Sandoyar tunnilin stendur liðugur fara somu fólk, sum lupu upp úr stólunum at mótmæla – at vera tey fyrstu at ásanna at tey mistóku seg – eins og vit sóu, tá Vága- og Norðoyatunnilin vóru gjørdir.

Útskiftingin óheppin fyri tingið
Hendrik Old, sum ikki stillaði upp aftur hesuferð sigur at stóra útskiftingin av tinglimum er sera óheppin fyri politiska samstarvið í løgtinginum.

– Tað eru nógv nýggj fólk innvald hesuferð – og tað er nú einaferð soleiðis, at nýggj fólk ofta kenna eitt ávíst trýst á sær fyri at markera seg.

– Hetta minnist eg sjálvur frá tá eg var nývaldur og tí er tað sera óheppið at útskiftingin í tinginum varð so stór.

– Ein kann ímynda sær eitt flakavirkið, sum hevði havt somu útskifting av fólkið, sum vit nú hava upplivað í tinginum.

– Tað hevði gingið rættuliga long tíð áðrenn framleiðslan aftur kom á sama støði, sum hon var frammanundan – og soleiðis er eisini við tí politiska arbeiðinum.

– Við ovurhonds stóru útskiftingini liggur ein sera stór ábyrgd á teimum, sum sita við politisku royndunum – at fáa samskipað tingarbeiði og at náa politiskum málum.

– Eg haldi at útskiftingin av tingfólkum hesuferð var skilaleysa stór.