Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skilir tey sum mæla til at stongja føroyskar havnir fyri Sea Shepherd

John William Joensen

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skilir ómetaliga væl tey sum mæla til at føroyskar havnir verða stongdar fyri skipum og bátum frá Sea Shepherd. Men eg eri ikki vísir í um lógarheimild er til hetta og um hetta letur seg gera uttan at man ger seg inn á altjóða sáttmálar.

Føroysk fiskiskip sleppa ikki í havn í Kanada og tann støðan hevur verið í fleiri ár, men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum mælir til at nýta vit og skil.

Vit mugu halda okkum til lóg og rætt og eg ivist um tað er lógligt at seta eina blokadu í verk av Sea Shepherd. Við nýggju grindalóggávuni hava vit fingið gott amboð at takla møguligan ófrið og annars haldi eg at vit eiga at gera tað sum er gjørligt innan lógarinarkarmar at verja grindadrápið móti Sea Shepherd, sigur Jacob Vestergaard í stuttari viðmerking.

Alsamt fleiri røddir eru frammi um at stongja føroyskar Havnir fyri skipum frá Sea Shepherd, sum ætlað sær til Føroya í summar at órógva og steðga grindadrápi.