Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skilur ikki norðoyatingmennirnar

John William Joensen

– Jógvan við Keldu, Annfinn Kalsberg og Vilhelm Jóhannesen hava við løgtingsamtykt lagt kílar ímillum Norðoyggjar og kommunurnar á Eystursíðuni á Eysturoynni, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri

Tá uppskotið um framtíðar kommunubygnaðin varð samtykt í tinginum, gjørdist greitt at Klaksvíkar-, Leirvíkar-, Fuglafjarðar- og Gøtu Kommuna ikki kunnu samstarva uttan at vera í vanda fyri at fremja lógarbrot.

Havi trupult við at skilja Jógvan við Keldu
– Tá Jógvan við Keldu var innlendismálaráðharri kallaði hann okkum saman til fundar í Kommunuskrivstovuni í Leirvík har hann heitti á okkum um at fara inn í eitt beinleiðis samstarv við samanlegging fyri eygað.
– Men við at atkvøða fyri uppskotinum hjá Jákupi Vestergaard, hevur hann fastlast Norðoyggjar sum eitt økið, uttan at vit hava nakrar møguleikar at fremja eitt samstarv tvørtur um Leirvíksfjørð.

Borgarstjórarnir vilja samstarv.
– Tá uppskotið hjá Jákupi Vestergaard var til viðgerar hittust vit fýra borgarstjórarnir til fundar og samdust um at skrivað eitt bræv til landsstýrismannin.
– Borgarstjórarnir í Klaksvík, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði undirskrivaðu brævið, sum var ein beinleiðis áheitan har vit skrivaðu, at vit ynsktu eitt tættari samstarv og vildu hava fríheit til sjálvir, at avgera hvussu tætt hetta samstarvið skal vera.
– Men hesum valdi landsstýrismaðurin so ikki at lurta eftir.
– Tað sum skelkar meg er, at tá málið kom til viðgerar í tinginum, atkvøddu Anfinn, Jógvan og Vilhelm fyri hesum uppskotinum.
– Karsten Hansen var einasti av norðoyatingmonnunum sum ikki tók undir við uppskotinum.
– Í veruleikanum hevur landsstýrið fráskorið okkum møguleikan at samstarva tvørtur um Leirvíksfjørð og hetta er sera óheppið og óskiljandi.
– Hendan løgtingssamtykin er einki minni enn ein katastrofa fyri okkum og tað er sera hugstoytt – tí kommunurnar vilji hava tættari samstarv.
– Við Norðoyatunnlinum er styttri at koyra til Leirvíkar enn norður um fjall.