Síðani Skipaeftirlitið við hjálp av politinum hevur lagt seg út í fluttningin tvørtur um Lorvíksfjørð, er heldur ferðslan fram við ótryggari útgerð.
Skipaeftirlitið hevur lagt harðliga út hesaferð ímeðan streykan hevur verið. Teir hava meldað stuttleikar til politiið og alt ímeðan Skipaeftirlitið hevur drigið eigarar á politistøðina, økist flutningurin við smærri bátum, ja enntá fýramannaførðum, ið hava siglt myrk um fjørðin.
Fólkið hjá skipaeftirlitinum stendur sum ross yvir deyðum fyli, tá smáir bátar sigla um Lorvíksfjørð, tí teir kunnu einki gera við hesa ferðslu.
Silja Star og Froyur hava verið á Klaksvík ídag og siglt ferðafólk tvørtur um fjørðin og tikið upp streykurakt arbeiði og øsingin er so stór á Varpinum nú, at mong fara heldur við egnum báti enn við teim fremmandu.
Sjálvt Alfa Pilot, spesialbygda loðsbátinum, fekk Skipaeftirlitið steðga, tí teir nú hava funnið útav at Alfa Pilot hevur manglað eitt pappír, sum Skipaeftirlitið, um tað virkaði til dagligt, fyri langari tíð síðani átti at havt funnið útav.
Sagt verður frá á Varpinum, at í gjárkvøldi vendið ein lítil bátur innaftur á Lorvík, tí ferðafólkini vóru bangin og at tey sluppu sær umborð á Dragan, ið var komin higar. Eisini frættist um smábátar, ið sigldu myrkir í gjárkvøldið um fjørðin.




