Ein hin best umtókta føroyska bókin í nýggjari tíð er SKIPALISTIN. Her finnast álítandi og viðkomandi upplýsingar um skip og sjógv og tað, sum har til hoyrir. Við er sjálvandi eisini myndprýdda skipayvirlitið og føroyskur álmanakki, sum er lógarkrav at hava umborð á bátum.
SKIPALISTIN 2003 er fjórða bókin í røðini
Streymviðurskiftini fyri árið eru fastur táttur saman við vælkendu streymkortini hjá Brown. Eisini finnast her talvur við vestfalls- og eystfallskyrrindum og tilhoyrandi broddum, sum hin virðislønti Knud Simonsen hevur roknað. Hetta er hent at hava.
Í skipayvirlitinum eru myndir og dagførdar upplýsingar um 340 skip størri enn 12 bruttotons umframt upplýsingar um 224 bátar, ið eru millum 3 og 12 bruttotons. Eisini er umfatandi leitiyvirlit, so til ber at finna okkurt ávíst skip útfrá ymiskum leitorðum.
Alivinnan er væl lýst við lyklatølum og upplýsingum fyri bæði ali- og smoltstøðir. Onnur evni, so sum bjarging, útbúgvingarstovnar, radio og samskifti, havnir í Føroyum, kort yvir havleiðir og stongdar leiðir, lógarsavn, oljuvinnan og fiskivinnuhagtøl eru sjálvandi eisini viðgjørd í bókini. Í stuttum tilfar, ið hevur áhuga hjá honum, ið á einhvønn hátt fæst við skip og bátar.
Nýggir tættir
SKIPALISTIN er ein livandi bók í støðugari menning. Í SKIPALISTANUM 2003 eru nú eisini myndir og upplýsingar um føroyska róðrarbátin eins og sera áhugaverdar tekningar av føroyskum havdjórum, sum listarkvinnan Astrid Andreasen hevur teknað til útgávuna. Eisini ber til at finna feskasta yvirlitið frá Oljumálastýrinum um føroysku frálandavinnuna.
SKIPALISTIN er vorðin ein varði fyri føroyska skipaflotan, og eigur nú sítt náttúrliga pláss í at kalla hvørjum heimi í Føroyum. Bókin er samstundis eitt viðkomandi og hent amboð hjá øllum, ið hava áhuga fyri skipum og sjógvi.
SKIPALISTIN 2003 fæst um alt landið, har bøkur vanliga eru til keyps. Bókin er 512 bls. til støddar og kostar kr. 175,- við bleytari permu og kr. 240,- innbundin.
SKIPALISTIN
hentur at hava!




