Í gjár bar Nordlýsið tíðindini, at løgtingið hevði samtykt eina skipan til fólk, sum vegna slit ikki megna at vera á arbeiðsmarknaðinum og tískil skulu fáa fyritíðarpensjón.
Tað var ikki ein slík skipan, ið var samtykt -tíverri, kunnu vit siga
Tingkvinnan setti fram uppskot um at seta slíka skipan í verk í uppskoti til samtyktar. Hetta var væl viðgjørt í trivnaðarnevndini, ið kom við einum broytingaruppskoti, at henda skipan skal takast upp í pensjónsarbeiðið, sum er í gongd.
Løgtingið samtykti einmælt at heita á landsstýrið “í sambandi við tað arbeiði, sum í løtuni er í gongd við at tilevna nýggja pensjónsskipan, eisini at taka atlit at fólki, sum eru niðurslitin vegna kropsligt og/ella sálarliga slítandi arbeiði, og sum ikki megna at verða á arbeiðsmarknaðinum, til tey eru 67 ára gomul, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi.”
Sostatt er arbeiðið við skipanini fyri tíðliga slitin fólk á arbeiðsmarknaðinum vorðið partur av pensjónsarbeiðinum. So nú er avbjóðingin, at samgonga og andstøða koma til eina skilagóða loysn á pensjóonsøkinum, ið hevur bíðað alt ov leingi.
Og mín vón er, at niðurslitin fólk, kropsliga og sálarliga, sum hava tørv á at fara av arbeiðsmarknaðinum í úrtíð, fáa betri umstøður. Sjómenn, ið kanska hava verið á sjónum síðan teir vóru hálvvaksnir, lærarar og røktarstarvsfólk, ið als ikki orka at vera á arbeiðsmarknaðinum longur -at hesi eftir serligum tørvi fáa eina virðiliga skipan.
Óluva Klettskarð, trivnaðarnevndarlimur




