Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipararnir á Smyrli fara at arbeiða hálva tíð í 18 mánaðar

John William Joensen

Jákup Dánielsen, stjóri á SSL sigur at eingin verður sagdur úr starvið og verandi skiparar á Smyrli fara í hálvtíðarstarv

– Eg havi hugt eftir málinum um starvsetanirnar á Smyrli og niðurstøðan er at verandi skiparar fara í hálvtíðarstarv í eitt 18 mánaða tíðarskeið eftir at teir eru farnir um pensjónsaldurin.

– Tí verður ikki neyðugt at siga fólk úr starvið.

Fingið neyðug loyvi.
Jákup Danielsen sigur at hann hevur fingið loyvi frá baði fíggjar- og innlendisráðnum um hendan loystin og sambart stjóranum kemur hetta ikki at kosta landskassanum pengin.

– Eg havi fingið at vita frá fíggjarleiðsluni á SSL at peningur er tøkur – so tað verður ikki neyðugt hjá okkum at biðja um hægri játtan.

Í fjølmiðlunum hevur verið ført fram at fráfarni stjórin á SSL hevur rætt til løn í eitt ávíst tíðarskeið, men Jákup Dánielsen sigur seg ikki vita nakað um hetta tí hetta málið ikki er undir hansara ábyrgdarøkið.

Men hann viðgongur tó at um løn eisini skal gjaldast til Regin Vágadal – so skal tann peningurin væl eisini finnast í lønarposanum hjá SSL.

Harleyfacadeacryl