Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipari til Rituna

lýsing

Við hesum verður søkt eftir einum skipara til Strandfaraskip Landsins at byrja beinanvegin ella eftir nærri avtalu.

Viðkomandi skal byrja umborð á M/S “Rituni”, men skal til eina og hvørja tíð kunna verða fluttur umborð á onnur skip hjá Strandfaraskipum Landsins, sum fyriskipað av leiðsluni.


Høvuðsuppgávurnar hjá skipunum

Høvuðsuppgávan hjá Strandfaraskipum Landsins er at nøkta landsins tørv á fólka- og farmaflutningi. Hetta verður gjørt eftir fastlagdari ferðaætlan. Annars verður eisini skipað fyri serflutningi við farmi og ferðafólki kring oyggjarnar.

Arbeiðs- og vaktarskipanin er fyriskipað í mun til galdandi ferðaætlan hjá tí skipi, ið ein er settur umborð á.

Umborð á Rituni eru knýttir íalt 6 mans, og 3 mans eru á hvørjari vakt. Arbeiðsætlanin er í løtuni, at siglt verður í 2 vikur og síðani 2 vikur avspáking.

Dagliga farleiðin er Hvannasund-Svínoy-Fugloy. Umstøður eru ikki at búgva umborð.


Starvið fevnir um

Skiparin hevur ábyrgdina av øllum uppgávunum umborð, og skal tryggja, at allar lógir og reglur á økinum verða fylgdar, og at arbeiðsgongdin er í tráð við málsetningin hjá fyritøkuni, og at veitt verður leiðsluni í fyritøkuni ein úrslitagóða tænastu, harundir samskipa, viðlíkahalda og menna stýringina umborð. Somuleiðis skal skiparin tryggja at regluligar og skipaðar samrøður eru við alla skipsleiðsluna.

Skiparin hevur eisini ábyrgdina av at tilrættaleggja ein effektivan dagligan rakstur, harundir gera eitt hóskandi uppgávu- og ábyrgdarbýti millum alla manningina og tryggja samskipan av uppgávunum.


Førleikakrøv

-Í minsta lagi STCW áteknað vinnubræv sum skipari

-GMDSS-prógv

-Prógv og venjing við ro-ro ferðamannaskipum

-Prógv í nýtslu av bjargingarútgerð

-Trygdar- og bátaførarskeið

-Heilsuprógv

-Sløkkileiðari

-Roykkavari

-Góðan røkjuskap

-Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva


Setanartreytir

Setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Starvið sum skipari á Rituni er lønt við lønarbrøkinum 0,803 í lønarflokki 3

Byrjunarlønin er kr. 25.710,78 og endalønin er kr. 27.218,82

Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.


Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast til:

Strandfaraskip Landsins

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri

ella við telduposti til eyj@ssl.fo

og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. september 2013.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Rógva Kærbech, manningarsamskipara, á tlf. 34 30 00 lokal 3044, við at senda honum ein teldupost til rok@ssl.fo