Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skiparin á Skálaberg til forhandlingar

John William Joensen

Í dag hevur skiparin á Skálabergi verið til forhandlingar í Murmansk, men enn er einki nýtt at frætta

Tað gongur heilt illa at fáa nakað at vita um lagnuna hjá Skálabergi sum enn liggur fyri teym í einum serligum avbyrgdum økið í Murmansk.

Havnaskrivstovan í Murmans sigur at tað var ikki russiska sjóverjan sum handtók føroyska skipið men russisku marknaðar vaktirnir – sum er ein deild fyri seg.

Skipið er afturhildið vegna vantandi papírir og sum skilst góðtak russar ikki at Skalaberg hevur fiska av kvotuni hjá Sundabergi.

Russar halda fast um at boðini eru ongantíð komin til Russlands og føroyskir myndugleikar halda fast um at teir hava sent boðini. Men tey eru send til eitt starvsfólk hjá russisku umboðsstovuni sum ikki longur er í starvið.

Sum Norðlýsið skilir liggur apan í løtuni hjá føroyskum myndugleikum og at russar hava kravt eina trygd fyri Skálabergi – sum føroyskir myndugleikar ikki enn hava fingið útvega.

Tað nýggjasta er at skiparin á Skálabergi hevur verið til samráðingar í dag – men enn veit eingin um nakar sektaruppskot – bót ella annað at siga.