Atløgu viðurskiftini eru sera góð hjá Norrønu at leggja at í Ánunum. Hetta segði skiparin á Norrønu eftir at skipið hevði lagt at.
Skiparin á Norrønu, letur væl at atløgu viðurskiftunum norðuri í Ánunum.
Eftir at skipið hevði lagt at við nýggja atløgubryggjuni norðuri í Ánunum, fingu við orðið á skiparan á Norrønu. Hann segði m.a. at tað var gott at leggja at og at binda skipið. Hóast harðar hvirlur vóru, og ikki er ráðandi at leggja at aðrastaðni, so vísti vindmátarin á Norrønu ongantíð meir enn 13 m/sek. Hann heldur at tað er sera veðurgott her norðuri.
Einasti trupulleikin er tá flóð er. Tá kann Norrøna ikki fáa lemmin heilt niður at skráninginum.
Heri Hammer sigur, at um Norrøna skal kunna fáa lemmin heilt niður á skráningin, so kostar tað umleið 8 mill. kr. at rigga hetta til. Tá teir gjørdu atløgubryggjuna, mettu teir ikki at ráðandi var at gera hesa íløguna, av tí at teir ikki vistu um Norrøna fór at koma hendavegin.
Skiparin á Norrønu væntar, at tað fer at taka umleið 6 tímar at umvæla skaðan.




