Hanus Lassen, skipari á Smyrli, sigur at umstøðurnar á bryggjuni í Runavík ikki vóru til at leggja at í nógvum vindi
– Vit gjørdu eina roynd fyri løtu síðan at koma at bryggju í Runavík. Men vindurin er so ójavnur og sjógvurin sera høgur. Tí høvdu vit óivað fingið skaða inn á síðuna høvdu vit lagt at bryggju.
– Í Ánunum eru høgir fendarar og vindurin liggur fram við bryggjuni, so har vera eingin trupuleiki.
– Høvdu teir havt høgar fendarar í Runavík høvdu vit óivað sloppið at bryggju í morgun.
Í løtuni er Smyril staddur millum Eystnes og Mjóðanes og har var sera ófantaligt.
– Tá vit koma norður í fjørðin skuldi verið slættari, segði skiparin fyri løtu síðan.




