Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipasmiðja í Singapore keypir motorar úr Noregi

Jógvan Hugo Gardar

Atlantic Fair NEWS: Kunnleiki og royndir er tað sum skal til, og ikki altíð um tú liggur nær tí sum skal brúka tað tú kanst gera.

Atlantic Fair NEWS: Kunnleiki og royndir er tað sum skal til, og ikki altíð um tú liggur nær tí sum skal brúka tað tú kanst gera.

Fyri skipasmíð er heimurin í dag ein stórur felags pallur, har tey bestu vinna. Norska verksmiðjan Rolls Royce hevur í vikuni skrivað undir eina avtalu við skipasmiðjuna Keppel Singmarine í Singapore, um at lata motorar og aðra útgerð til eitt fleirvirkisskip sum New Orient Marine letur byggja.

– Hetta er ein góð avtala fyri okkum, og sum prógvar at Keppel-skipasmiðjan hevur álit á tí vit gera. Samstundis er New Orient Marine ein nýggjur kundi hjá okkum, sum vit gleða okkum til at samstarva við um hesa spennandi ætlanina hjá teimum, sigur John Knudsen, ið er stjóri í Rolls-Royce.

Rolls-Royce skal byggja til samans seks stórar «thrusterar». Partar av hesum skal framleiðast í Ulsteinvik í Noregi, meðan skrúvurnar skulu framleiðast hjá Rauma í Finnlandi. Harafturat skulu tveir Bergen-motorar gerast og tveir generatorar sum skulu geva megi til frálandaskipið, sum hevur eitt virði uppá einar 1,4 milliardir krónur.

Hetta skipið skal kunna arbeiða í arktiskum umhvørvi, og tað setir serlig krøv til maskinurnar. Skipið skal tola kulda niður í 30 minusstig.

New Orient Marine heldur til Singapore, og er eitt dótturfelag hjá Maritime Construction Services í Luksemburg. Skipið skal vera klárt í juli 2017.