Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipbrotin í 76 samdøgur

John William Joensen

Steven Callahan, sum rak fyri vág og vind í samfullar 76 dagar, inntil nakrir fiskimenn funnu hann, verður millum fyrilestarhaldararnar í Norðurlandahúsinum mánadagin.

Altjóða seminar um strongd hjá sjómonnum

Mánadagin hin 28 apríl verður Norðurlandahúsið karmur um eitt spennandi seminar um strongd hjá sjómonnum.

IASST
Síðan 2001 hevur Trygdarmiðstøðin verði limur í altjóða felagssakpinum IASST, hvørs endamál er at samla veitarar av trygdarskeiðum í felagsskap. Í dag eru umleið 130 limir fordeilt upp á 43 lond . Stóra Bretland er tað landi sum hevur flest umboð. Felagsskapurin hevur tveir árligar fundi, sum eru ymsastaðni í heiminum. Í 2004 bleiv avgjørt í Hull, at Føroyar skuldu vera vertur fyri várfundinum 2008.

Hesir leggja framm
Tað vera 5 sum koma at hava framløgur og eru hesir : Óli Hans Hammer Olsen, fyrrverandi stjóri á skipaeftirlitinum. Hann kemur at umrøða lógirnar sum hava atlit til sjógvin. Pál Weihe yvirlækni, kemur at umrøða strongdartekin hjá sjómonnum og Eyðun Joensen sálarfrøðingur, kemur inn á viðgerð av skipsbrotnum. Felags fyri hesar trýggjar er, at teir hesir allir hava drúgvar royndir hvør á sínum økið.

Umframt hesar sum koma frá føroyum, so eru tveir útlendingar bjóðaðir við. Ein úr Norra og hin úr USA. Halvard Aasjord sum er úr Norra, hevur drúgvar royndir frá viðurkenda granskningarstovninum SINTEFF, við serkunleika innan fiski og alivinnuna. Hann kemur at umrøða, hvussu framtíðar fiskiskipið kundi sæð út, við serligum atlitið til arbeiðsumstøður.

Frá USA kemur Steven Callahan. Steven er í millum annað kendur frá sjónvarpsrásini Discovery, hvar í hann hevur greitt frá sínari ferð yvir um Altantshavið í sínum seglbáti og forlisti.

Skipbrotin í  76 samdøgur
Sreven Callahan rak fyri váð og vind í samfullar 76 dagar, inntil nakrir fiskimenn frá Karibisku oynni Maria Galante funnu hann. Hesir dagarnir í gummibátinum góðu honum nakrar royndir, sum vit kunna taka til okkum. Til dømis vitjan av hávum, hol á gummibátin, hvussu útgerðin at hjálpast við, gjørdist verri og verri og ikki minst tann likamliga og sálarliga møðin.

Steven bar boð í bý og ein kundi trú, at aftaná allar hesar royndir var hugurin til sjógvin var farin. Tvørtur í móti. Hann er framvegis siglari og kemur javnan oman á bryggjuna í Boston, hvar í hansara búðstaður er, fyri at vitja maritima umhvørvið har.

Steven er ævintýrari av rang. Spurdur eftir hvat hansara heiti er visti hann ikki, men nevndi nakað sum eg sjálvur kundi seta á hann; rithøvundur, uppfinnari, blaðmaður, myndamaður, ráðgevi í skipasmíð. Mest hóskandi vildi tað føroyska heiti á Steven verði "túsundkunstnari"

TILMELDING HJÁ GREENGATE tlf. 350520
teldupost: kamilla@greengate.fo

Harleywoodpaint