Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skipsmanning undir føroyskum flaggi slept upp á fjall í Marstal

Helgi Abrahamsen

Norska stykkjafarmaskipið, Henriette, ið siglir undir føroyskum flaggi, hevur síðani 22. desember ligið í Marstal, tí norska reiðaríið er farið av knóranum.

Norska stykkjafarmaskipið, Henriette, ið siglir undir føroyskum flaggi, hevur síðani 22. desember ligið í Marstal, tí norska reiðaríið er farið av knóranum. Tað sigur áhugafelagið Antares. Eftir umborð á skipinum eru seks sjómenn úr Filipsoyggjum, sum onga løn hava fingið síðani november.

ITF-eftirlitsmaðurin Morten Bach greiddi fríggjadagin danska Sjóvinnustýrinum frá støðuni hjá skipinum og teimum seks filipinsku sjómonnunum, ið eru sleptir upp á fjall.

”Teir hava proviant og útgerð til eina viku, men eiga nógva løn til góðar, sum eg nú skal royna at fáa trygd fyri”, sigur Morten Bach.

”Eg havi kannað pappírini, og eri nú í gongd við at kanna, um nøkur trygging er, ið tryggjar filipinsku manningini heimferð og tað, teir eiga til góðar í løn”, sigur Morten Bach.

Reiðaríið Minor Shipping & Trading hevur seinastu mánaðirnar eftir øllum at døma roynt at tryggja fíggjarliga raksturin av skipinum við m.a. at umflagga skipið frá føroyskum flaggi til oynna Dominica. Sambært fráboðan til manningina frá reiðarínum hevur tó ikki eydnast at fingið hesi viðurskifti í rættlag.

Henriette er bygd í 1971 og er 3.700 DWT til støddar.