Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótari at fáa grundstykkir í Klaksvíkar Kommunu

Kristian Eli Zachariasen

Í 2013 fór (fyrrverðandi) Byggi- og Býarskipanarnevndin í holt við at effektivisera mannagongdirnar ísamband við bíðilistan til grundstykkir í Klaksvíkar Kommunu. Ein av størstu avbjóðinginum var, at tað vóru fleiri enn 300 umsøkjarar á bíðilista, harav tann stórsti parturin ikki hevði brúk fyri einum grundstykki her og nú. Tíðanverri førdi hetta til, at tey ið høvdu brúk fyri einum grundstykki, komu at bíða óneyðuga leingi, tí umsitingin var noydd til, at fara ígjøgnum allan listan.

Byggi- og Býarskipanarnevndin valdi tískil, at leggja mannagongdirnar um. Fyri at vera á listanum, skal umsøkjari gjalda eitt depositum áljóðandi 2.500 kr, fyri at koma á grundstykkjalistan. Upphæddin verður endurinda, tá ið umsøkjarin fær eitt grundstykki ella tekur seg av listanum aftur.

Staðfestast kann, at tiltakið er væleyðna. Í januar 2014 var listin komin á 26 umsøkjarar.

Hetta førir við sær:

At umsøkjarar til grundstykkir í Klaksvíkar Kommunu fáa bjóða eitt grundstykki beinan vegin

At tann umsitingarliga handfaringin er mundandi lættari og tryggjar borgarinum, eina skjótari tænastu

Vegna Umhvørvis- og Býarskipanarnevndina

Kristian Eli Zachariasen, formaður

Harleyfacadeacryl