Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjótari uppihaldsloyvi til teirra sum læra seg føroyskt

Helgi Abrahamsen

”Útlendingar sum læra seg føroyskt mál og føroyska mentan áttu at fingið skjótari varandi uppihaldsloyvi.” Tað segði Kári P. Højgaard, framsøgumaður fyri Nýtt Sjálvstýri, tá løgmansrøðan var til viðgerðar í løgtinginum í dag.

Kári P. Højgaard helt, at vit í Føroyum hava ikki givið tilflytarum nøktandi undirvísing, og tí kundi tað verið ein ”gularót”, at tey sum lærdu seg føroyskt mál og føroyska mentan, kundu fingið skjótari varandi uppihaldsloyvi.

Um pensjónsbroytingina á nýggjárinum segði Kári P. Højgaard, at stórur partur av pensjónistunum fingu ongan ágóða av broytingini, tí fleiri av teimum rinda bara kommunuskatt. Eisini undraðist hann á, at sitandi samgonguflokkar søgdu áðrenn valið, at teir vildu rulla forskattingina av pensjónum aftur, men síðani teir vóru komnir til valdið, hevði pípan fingið annað ljóð.

Harleyfacadeacryl