Síggi at ráðandi meirilutin í Sands Kommunu velur at viðgerða undirritaða, heldur enn innihaldið í broytingaruppskotunum, sum undirritaði hevur fyrireika til kommunustýrið at samtykkja.
Eftir mínum tykki ógvuliga góð og trivnaðarskapandi uppskot, sum ein meiriluti altíð kann argumentera ímóti, ella velja ikki at taka av. Eitt slag av alternativari kós frá andstøðuni, sum ikki var tikin uppá ráð.
Kendi tað sum ein skyldu, sum fíggjarnevndarumboð fyri Lista C. og harvið ein stóran part av veljarunum í bygdini, at koma við konstruktivum uppskotum til broytingar, heldur enn at kæra og grenja í eyst og vest um líkt og ólíkt.
At uppskotini samanumtikið hava ógvuliga jaliga ávirkan á bygdalívið, átti ikki at gjørt verri. Samanumtikið tryggja tey møguligan skattalætta, samstundis sum B.71 fær betri sømdir enn meirilutin skjýtur upp, og at ógvuliga jaliga tiltakið Ung í arbeiði, kann halda fram. Umframt mangt annað. Alt samalt uttan at verra um fíggjarligu støðuna hjá kommununi.
Til samstarvspartin er bert at siga, at hóast útrøttu hondina hesumegin, so var gjørt greitt frá meirilutanum, bæði til nevndarvalið, og eisini í fíggjarnevndini at teir ikki ynsktu samstarv. Fyriliggjandi tilmæli til broytingaruppskot frá undirritaða, varð ikki gjørt fyrr enn meirilutin hevði sagt nei til samstarv um fíggjarætlanina. Tað kann prógvast úr gerðabók fíggjarnevndarinnar. So frá Lista C. hevur verið ynski um samstarv, men vit hava ikki kent hondina hinumegin.
Annars hevði tað verið hugaligt um tað bar til at argumentera, fyri og ímóti uppskotum. Óansæð um tey vóru frá meiriluta, ella andstøðu. Tað er líkasum kjarnan í politikki.
Undirritaði fer altíð at arbeiða fyri góðum korum og at skapa góð uppskot til bygdarfólkið. Um tað er at vilja ófrið, so er okkurt sum ikki ruggar rætt.
Í verandi støðu, sær bert út til at vera ein loysn hjá meirilutanum. Skjótið boðberan, hann er ikki deyður enn.
Við vón um samstarv
Páll á Reynatúgvu




