Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjøtil settur á Náttúrulundina við Streymin

Tíðindaskriv

Arbeiðið við spennandi verkætlanini Náttúrulundin við Streymin er nú byrjað.

Tíðliga í vár setti ALS seg í samband við ein av íbirtarunum, Edmund Joensen, fyri at vita, um samstarv kundi fáast í lag millum stovnin og verkætlanina. Nevndin fyri lundina vísti beinanvegin stóran áhuga.

ALS metir, at hetta samstarv kann verða til gagns fyri báðar partar. Fólk frá ALS kunnu útvega sær førleikar, tey ikki hava frammanundan, umframt at Náttúrulundin fær arbeiðsmegi, sum ikki er í kapping við arbeiðsmarknaðin.

Edmund Joensen hevur saman við Tróndi Leivsson, leiðara fyri Skógrøkt Landsins, gjørt eina ætlan fyri økið. Arbeiðsfólk hava nú grivið veitir og eru byrjað at gera girðing um økið. Eisini eru gróðursettu trøini innigird og vard móti seyði.

Náttúrulundin í Sundalagnum fevnir um eitt øki báðu megin brúnna við Streymin. Støðugi vindurin, sterki streymurin í Sundalagnum og stóri munurin á flóð og fjøru hava skapað eitt heilt serstakt umhvørvi hjá vøkstri og eitt sera ríkt djóralív.

Samlaða verkætlanin er í fýra stigum, sum tilsamans eru áleið 130.00 fermetrar, ið verður gjørd yvir tíð. Ætlanin er, at eini 70.000 trø og runnar skulu plantast, umframt at tjaldingarpláss og fiskibrúgvar skulu gerast.

Játtan stór 10 milliónir krónur er fingin til vega frá grunninum Aage V. Jensen Charity Foundation.