Tað hendir longu hvønn einasta dag, at fólk doyggja kring um í heiminum av bakterium, sum annars hava verið mettar meinaleysar, men nú eru vorðnar mótstøðuførar ímóti antibiotika (bakteriutýnarum). Antibiotika, sum hevur verið ein av hornasteinunum undir nútímans sjúkuviðgerð, er komið undir álvarsamt trýst, og stór átøk verða nú gjørd í fleiri londum fyri at royna at fyribyrgja, at alsamt fleiri bakteriur gerast mótstøðuførar ímóti øllum sløgum av antibiotika. Kring um í heiminum stríðast nógv sjúkrahús við henda trupulleika, eisini í grannalondum okkara.
Ein av fleiri orsøkum til skjótt vaksandi trupulleikan við mótstøðuførum bakterium er ovurnýtsla av antibiotika.
Í fjør summar lat norðurlendska ráðharraráðið úr hondum sonevndu Kønbergfrágreiðingina um norðurlendskt heilsusamstarv. Fremsta tilmælið er eitt felags átak ímóti vaksandi antibiotikamótstøðuførinum. Mælt verður m.a. til víðfevnda avmarking av nýtsluni av antibiotika, at stórar upphæddir verða settar á fíggjarlógirnar til fyribyrging og til menning av nýggjum antibiotika.
Nógv doyggja
Í 2013 doyðu í minsta lagi 25.000 fólk, bara í Evropu, orsakað av mótstøðuførum bakterium – eins mong og tey, sum doyðu í ferðsluni. Støðan er enn verri í fleiri londum uttanfyri Evropa. Ein onnur avbjóðing er, at nærum eingi nýggj sløg av antibiotika verða ment. Fram til 1970 komu eini tjúgutals nýggj sløg av antibiotika á marknaðin, soleiðis, at virkaði eitt ikki, kundi eitt annað í flestu førum nýtast. Síðani eru einans tvey nýggj sløg komin, av hesum einki síðani 1987!
Bo Kønberg vísir í frágreiðingini á, at vit í framtíðini fara at síggja alsamt fleiri doyggja av ígerðum, sum vit í dag meta vandaleysar, og hetta fer at leggja stórt trýst á heilsu- og sjúkrahúsverk.
WTO rópar varskó
Heimsheilsustovnurin WTO hevur í áravís rópt varskó og heitt á heimsins stjórnir um at taka trupulleikan í størri álvara. Í fjør kom WTO við enn einari frágreiðing, har m.a. verður sagt:”An increasing number of governments around the world are devoting efforts to a problem so serious that it threatens the achievements of modern medicine. A post-antibiotic era – in which common infections and minor injuries can kill – far from being an apocalyptic fantasy, is instead a very real possibility for the 21st Century.”
Tað er at fegnast um, at tað í hesi vikuni verður skipað fyri ráðstevnu um vandan við vaksandi antibiotikamótstøðuføri, og vónar, at hetta fer at seta neyðugt fokus á evnið. Havi sent Karsteni Hansen, landsstýrimanni í heilsumálum, hesar spurningar at svara skrivliga, sambært §52 í tingskipanini:
1. Hvat verður gjørt í Føroyum til tess at fyribyrgja skjótt vaksandi vandanum við bakterium, ið gerast mótstøðuførar og tí ikki longur kunnu viðgerast við antibiotika?
2. Hvat metir landsstýrismaðurin kann og eigur at verða gjørt til tess at fyribyrgja, at mótstøðuførar bakteriur gerast ein munandi trupulleiki á føroysku sjúkrahúsunum?
3. Hvussu nógv antibiotika verður nýtt í Føroyum pr. íbúgva í mun til onnur lond, og hvussu nógv er hetta í mun til tey lond, sum brúka minst?
4. Hvat verður gjørt fyri at fáa vitanina út til fólkið, soleiðis at borgarin hevur røttu vitanina og kann virka eftir hesari?
5. Luttaka Føroyar í norðurlenskum samstarvi um fyribyrging av antibiotikaresistensi, um ja, á hvønn hátt?
Á Løgtingi 14. apríl 2015
Bjørt Samuelsen




