Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skjøtul settur á Menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið

Tíðindaskriv

Ein breitt samansettur bólkur er settur at gera Menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Fyrstu fundirnir í arbeiðinum hava nú verið.

—-

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur gjørt av, at ein menningarætlan fyri føroyska sjúkrahúsverkið skal gerast. Hetta er í samsvari við samgonguskjalið, sum m.a. sigur, at “arbeiðið við ”Visjón og menningarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya”, sum eitt samt Løgting tók undir við í mai 2015, verður sett í verk. Hetta arbeiðið skal byggja á faklig tilmæli frá øllum avvarðandi pørtum í sjúkrahúsverkinum”.

Endamálið við arbeiðinum er at orða eina ætlan í trimum høvuðspørtum við ítøkiligum tilmælum til politisku skipanina at taka støðu til. Menningarætlanin skal vera liðug tíðliga í summar. Høvuðspartarnir eru hesir:

· At gera tilmæli um hvørjar grundleggjandi viðgerðir/tænastur skulu vera í føroyska sjúkrahúsverkinum. Í hesum sambandi skal eisini gerast tilmæli um hvørjar viðgerðir/tænastur skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkrahúsini.

· At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsustarvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkrahúsverkið.

· At gera meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, sum gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess. Eisini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkrahúsverkinum í framtíðini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur í hesum sambandi sett bólkar, sum skulu vera við at gera Menningarætlanina: ein stýrisbólk, verkætlanarbólk, serfrøðingabólk og ein politiskan fylgibólk.


Stýrisbólkurin er mannaður við hesum umboðum:

· Turid Arge, aðalstjóri – formaður

· Henrik L. Hansen, landslækni


Verkætlarbólkurin er mannaður við hesum umboðum:

· Sveinn Magnússon, serlækni í intern medisin og skrivstovustjóri í Vælferðarmálaráðnum í Íslandi – formaður

· Geir Sverri Braut, professari og serlækni í samfelagsmedisini. Hevur verið varastjóri í Statens Helsetilsyn og arbeiðir í dag á Stavanger Universitetssjúkrahúsi – serligur ráðgevi


Í verkætlanarbólkinum er somuleiðis sett eitt skrivaratoymi við hesum umboðum:

· Jan Simonsen, deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum (samskipari)

· Fróði Jacobsen, Stjórnarsamskipari í Heilsu- og innlendismálaráðnum

· Irena Nolsø, fulltrúi í Heilsu- og innlendismálaráðnum


Serfrøðingabólkurin er mannaður við hesum umboðum:

· Augusta Mikkelsen, umboð fyri Fysioterapeutfelag Føroya

· Carla Josenius Mikkelsen, umboð fyri Ergoterapeutfelagið

· Dánjal Petur Højgaard, umboð fyri Kommunulæknafelag Føroya

· Fróði Joensen, umboð fyri Serlæknafelag Føroya

· Heri Olsen, umboð fyri Felagið Radiografar í Føroyum

· Jákup Andreas Thomsen, umboð fyri Felagnum Yngri Læknar

· Jeanna í Lágabø, umboð fyri Sjúklingaráðið

· Lillie Eliassen, umboð fyri Ljósmøðrafelag Føroya

· Majbritt Mohr, umboð fyri Heilsurøktarfelagið

· Marita Simonsen, umboð fyri Bioanalytikarafelagið

· Óluva í Gongd, umboð fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

· Pál Weihe, umboð fyri Læknafelag Føroya

· Svend Åge Seloy, umboð fyri Starvsmannafelagið

· Suni Poulsen, umboð fyri Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar

· Asta Joensen, depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Birita Samuelsen, bioanalytikari og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Bjarni á Steig, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Elin Jensen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Eyðfinn Olsen, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Gunnbjørg Guttesen, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús

· Hans Petur Nielsen, yvirlækni og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús

· Hjalgrím Andreasen, portørur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús

· Helena K. Pætursdóttir, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús

· Heri Ellingsgaard, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús

· Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Magnus á Stongum, deildarlækni og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús

· Naina Túgvustein, varastjóri og umboð fyri Landssjúkrahúsið

· Noomi Holm, sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús

· Ronnié Midjord, sjúkrahússtjóri og umboð fyri Suðuroyar sjúkrahús

· Súsanna Olsen, varastjóri og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús

· Synnøva Hansen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur og umboð fyri Klaksvíkar sjúkrahús

· Tormóður Stórá, depilsleiðari, yvirlækni og umboð fyri Landssjúkrahúsið


Landsstýriskvinnan hevur boðið hesum at luttaka í politiskum fylgibólki:

· Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin

· Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin

· Jenis av Rana, Miðflokkurin

· Jógvan Skorheim, Nýggja Sjálvstýri

· Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin

· Katrin Kallsberg, Tjóðveldi

· Poul Clementsen, Framsókn

· Óluva Klettskarð, Tjóðveldi

· Sonja Jógvansdóttir, Uttanflokka