Vit fara her at geva leikarunum hjá KÍ skoðsmál fyri avrikið ímóti VB. Men sjálvandi, hetta er bert okkara met og helst eru ikki allir áskoðarar samdir við okkum, minni enn so.
Skoðsmál til KÍ-leikararnar:
KÍ-VB 5-0 (1-0)
Meinhardt Joensen 9
Hevði ikki nógv at gera men hevði tó 1-2 góðar bjargingar. Helt málið reint og leikti ein feilafrían dyst uttan av álvara at verða settur undir trýst.
Jan Andreasen 9
Vann eina rúgvu av bóltum, og gav seg í hvørjari takling. Serliga vísti hann dygdir við at avlesa spælið.
Heðin á Lakjuni 8
Var ikki so sjónligur í fyrra hálvleiki men spældi seg upp og kom meira við eftir steðgin. Kann fáa eitt spennandi samanspæl við Chris í vinstra borði.
Kaj Ennigarð
Spældi væl og við myndugleika. Ruddaði nógv og væl upp í verjuni. Varð tó snýttur einaferð av Blé. Sterkur við høvdinum. Átti uppspælið til 1-0 málið. Dagsins KÍ-leikari.
Leon Bjartalíð 9
Spældi væl. Tykist falla væl til í leiklutinum sum høgri bakkur, har hann eisini vísti, at hann dugir at gera mannfólkataklingar. Gjørdi tó eitt vandamikið fríspark við brotsteigarmarkið.
Gunnar Nielsen 9
Uttan iva besti bóltspælarin hjá KÍ. Gott at hann var mitt á miðjuni, sum gav honum møguleikar at vísa sínar dygdir frameftir. Misti tó heldur lætt bóltin nakrar ferðir. Endaði sera væl og gjørdi eitt flott mál.
Símun Joensen 10
Kempaði framúr væl og spældi hartil væl. Skoraði eitt mál og legði upp til eitt annað. Nær við at gerast dagsins KÍ-leikari. Fekk eitt gult kort fyri hart spæl, men tað er ringt at umgangast heilt, tá ein stríðist so nógv, sum Símun ger.
Høgni Madsen 9
Kom inn og gjørdi ein góðan innsats hóast stuttu leiktíðina. Var mest virkin í verjupartinum, har hann mennist alt meira.
Harley Bertholdsen 9
Av tí at høgra síða – serliga í fyrra hálvleiki – ikki var so nógv brúkt, var hann ikki so sjónligur sum onkuntíð fyrr men legði tó upp til onkran góðan møguleika, ið tað sama kundi givið mál.
Paul Clapson
Stríddist og bardist sum vant fyri fleiri og fekk løn fyri avrikið, tá hann gjørdi eitt ordans áleyparamál. Ein avleiðing av spælistílinum er, at hann ger nokkso nógv fríspørk.
Chris Cerroni 10
Var besti KÍ-leikarin í fyrra hálvleiki við eini rúgvu av álopsroyndum og innleggum úr vinstru síðu. Avrikið varð krýnt við 1-0 málinum. Bleiv heldur anonymur í seinna hálvleiki, tá vinstra síða heldur ikki fekk so nógvar bóltar at arbeiða við.
Julian Samuelsen 8
Vísti kvikleika og ágrítni men var heldur stutt inni til at fáa annað enn miðal skoðsmál. Ein góður framtíðarleikari.
Kristoffur Jakobsen 8
Kom inn og legði við hornasparki upp til 4-0 málið. Var tó ov stutt inni til at fáa annað enn miðal skoðsmál.




