Tjóðveldið hevur ein trupulleika. Hesin trupulleikin hevur víst seg at verið eitt hent amboð og ørindasveinur hjá teimum, ið vinna mest burtur úr at halda landbúnaðinum í einari avoldaðari skipan.
Tað verður áhugavert at síggja, hvør, ella um nakar, tekur undir við uppskoti hansara. Statsrikin planbúskapur er annars nakað eingin løgtingslimur sigur seg taka undir við.
Áheitan.
Við hesum vil eg heita á bóndafelagið um at finna ein stjørnuløgfrøðing av meginlandinum og síðani at melda Føroya løgting til mannarættindadómstólin í Haag fyri “ ólika viðferð av borgarum í sama landi” ella við øðrum orðum, allari festiskipanini, sum hon er. Í slíkum føri fæst frí rættargongd.
Tá ið málið síðani er vunnið, sendir dómstólurin rokningina til løgtingið.
Hetta mál fer at senda afturljóð langt út um landoddarnar, og skommin gerst enn størri!
Archibald Black
Á Grønabóli




