Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skorar bara móti botnliðunum

Jákup Ósá

Toppskjútti í Effodeildini er Klæmint A. Olsen við 11 málum fyri 12 umfør. Men merkisvert er, at øll málini eru skorað móti trimum teimum niðastu liðunum.

Sunnudagin møtir NSÍ HB á heimavølli. Talan um um dyst millum nummar 2 og 3. NSÍ eigur í løtuni toppskjúttan í Effodeildini í Klæmint A. Olsen. Men sambært hagtølunum, so skal ein ikki vænta, at hann skorar mál móti HB. Tí øll hansara 11 mál eru komin móti trimum teimum niðastu liðunum AB, SKála og B68 í 5 ymiskum dystum.

Klæmint A. Olsen hevur umframt 11 mál eisini lagt upp til 5 mál og hevur sostatt verið millum mest eyðsýndu leikararnar higartil í ár. Men enn hevur hann til góðar at skora móti teimum betru liðunum. Kanska tað loysnar sunnudagin?