Sjálvstýri hevur í dag á aðalfundi einmalt samtykt, at Jógvan Skorheim heldur fram sum formaður
floksins.
Hetta var tó greitt longu áðrenn aðalfundurin bleiv hildin – einki av økisfeløgunum høvdu skotið nýggjan formann upp, og tískil var talan bert um ein avgreiðsluspurning.
Jógvan Skorheim hevur verið formaður í Sjálvstýri síðani apríl 2015, og hevur leitt flokkin ígjøgnum eittans løgtings- og fólkatingsval.
Meira frá aðal- og landsfundinum um eina løtu.
Mynd: Dávur Winther


