Borgarstjórin í Klaksvík leyp eisini á bláman í dag. Tað kundi fólk síggja inni á Facebook.
Tað var Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, ið hevði sent avbjóðingina til borgarstjóran í Klaksvík, og hann lág ikki á boðum.
Jógvan Skorheim hevur nú sent avbjóðingina víðari til Heðin Mortensen og Marin Katrinu Frýdal, tí sum hann málber seg á Facebook, so hava tey bæði kanska tørv á at køla seg av.
Sum skilst, so leyp borgarstjórin í Klaksvík á sjógv umleið kl. 11.00 sunnudagin, so spurningurin er nú um borgarstjórin í Havn ger honum kunstin eftir, ella um hann velur at bjóða honum ein túr í biografin – í Klaksvík.
Niðanfyri síggja vit brotið.




