Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skorheim: Henrik Old førdi rasismu mótvegis Hollendingum

Jóhann Lutzen

Orðadrátturin í løgtinginum í dag varð til tíðir sera harður, har løgmansrøðan var til viðgerðar. Henrik Old, samferðslumálaráðharri, brúkti møguleikan at siga nøkur orð um fiskivinnuna, har hann millum annað legði hart eftir hollendingum, sum eiga í føroysku fiskivinnuni

Henrik Old førdi fram, at hann kundi ganga við til at øll onnur átti í fiskivinnuni, men bara ikki hollendingar. Eisini vísti hann á, at fyri hansara skuld, kundi eitt nú Íslendarar, Normenn og onnur gott eiga í fiskivinnuni, men bara ikki hollendingar.

Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjávstýri, hevði viðmerking til røðuna, har hann millum annað staðfesti, at landsstýrismaðurin var rasistiskur. – Eg havi ikki upplivað fyrr, at ein landsstýrismaður so ítøkiliga, hevur víst rasistiskan málburð í løgtinginum. Hetta er ikki gott nokk. Støðið á okkara kjakmentan verður hála ómetaliga langt niður.

Løgmaður hevði ein peikifingur á lofti, í samband við røðu sína á Ólavsøku, har hann heitti á tingfólk, um at vísa ein góðan tóna, men her hevur landsstýrismaðurin í samferðslumálum als ikki lurta eftir, heldur Jógvan Skorheim.

Orðaskiftið um løgmansrøðuna ígjár og í dag, og í morgin verður millum annað farið undir at umrøða fiskidagarnar fyri komandi ár, ið væntandi eisini verður eitt drúgt orðaskfiti