Fleiri av størru verkætlanunum hjá býráðnum fara í gongd í hesum døgum. Mentanarhúsið er ætlað sum karmur um mentanarliga virksemið í býnum, og tað er sniðgivið til at rúma alskyns listagreinum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu upplýsir fyri Norðlýsinum at tilboðini uppá arbeiðstøkurnar koma inn í hesu vikuni.
Mentanarhúsið varð sett á skrá av undanfarna býráð og loksins er komið hartil at vit fara at síggja arbeiðsfólk kring posthúsið í miðbýnum.
Posthúsið er frá 1967 og verður roknað sum eitt av høvuðsverkunum hjá J.P. Gregoriussen, arkitekti. Nýggja Mentanarhúsið verður bygt uppí verandi bygning og arkitekturin handan Mentanarhúsið er Ósbjørn Jacobsen, sum eisini hevur teknað Biskupstorg og harumframt samlaða skipanaruppskotið fyri nýggja miðbýin í Klaksvík.

Grunnurin Mentanarhúsið eigur bygningin og verkætlanina og í stýrinum sita eitt nú umboð fyri Klaksvíkar sjónleikarafelag, Norðoya listafelag og Norðurlandahúsið í Føroyum. Signhild V. Johannesen, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentanarnevndini er forkvinna í stýrinum fyri Mentanarhúsið.
Mentanarhúsið er ætlað sum karmur um mentanarliga virksemið í býnum, og tað er sniðgivið til at rúma alskyns listagreinum. Umframt framsýningarhøli, venjingarhøli og praktiskar umstøður til fjølbroytt mentanarligt virksemi, fer Mentanarhúsið eisini at rúma einum stórum og smidligum framførslusali, sum bæði hóskar seg til konsertir, sjónleik, ráðstevnur og framførslur av ymiskum slag.


