Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevur nú sent býráðnum í Wick bræv, har hann bjóðar teimum til Klaksvíkar at kunna seg um grindadráp.
JógvanSkorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevur nú sent býráðnum í Wick bræv, har hann bjóðar teimum tilKlaksvíkar at kunna seg um grindadráp.
Íaugust mánaða í fjør fekk borgarstjórin í Klaksvík boð frá Gail Ross,borgarstjóra í Wick um, at skotski býurin ikki vil kennast við Klaksvík, soleingi føroyingar drepa grind. Nú verður spurningurin um vinarbýarsamstarviðviðgjørdur í býráðnum í Wick. Nú hevur borgarstjórin í Klaksvík so sent brævtil Wick, har hann bjóðar teimum til Klaksvíkar. Hetta tí hann ynskir at kunna tey um grindadráp, umframt at leita eftir semjuí vinarbýarmálinum.
-Samskiftið við Gail Ross hevur avdúkað, at hennarameining og vitan um grindadráp líkist tí boðskapinum, sumSea Shephard ger nógv fyri at spreiða. Tí havi eg í brævi til býráðið í Wick tikið stig til at bjóða teimum til Klaksvíkar, soleiðis at vit kunnugreiða teimum frá okkara sjónarmiðum, sigur Jógvan Skorheim.
Hettahevur hann gjørt, tí hann sær ein møguleika fyri atveita umboðunum úr Wick gjøllari kunning umgrindadráp.
-Tað einasta rætta hjá okkum at gera, at er at geva umheiminum gjøllari kunningum grindadráp enn tað, sum tey fáa frá eitt nú Sea Shephard. Og eg síggi hetta Wick-málið sum ein upplagdan møguleika hjá okkum fyri at forteljateimum frá okkara síðu av málinum, sigur Jógvan Skorheim.
-Síðani grindalógin kom í gildi hava vit sæð, at hon ikki er optimal, tí óttinfyri revsing styggir ferðafólk frá at koma til Føroya. Tí eiga vit í staðin at kunnaumheimin um grindadráp, tí í verandi støðu sleppur Sea Shephard at stýra føroyskaumdøminum. Tað er Wick-málið eitt ítøkiligt og harmiligt dømi um, sigur Jógvan Skorheim.
Borgarstjóriní Klaksvík leggur tó afturat, at hann ikki ætlarsær at geva eftir fyri upprunaliga kravinum um, at klaksvíkingar skulu gevast at drepa grind. Nýggjast bræviðtil Wick er harafturímóti ætlað sum møguleikihjá býráðnum í Wick um at sleppa hesum kravinum.
-Eg trúgvi, at vit altíð koma longst við semjusøkjandisamstarvi, so tí royni eg hendan leistin nú. Men mínmeining er framvegis, at vit undir ongum umstøðum skulu boyggja okkum fyri Wickí hesum málinum. Um tey veruliga ynskja at kvetta sambandið við okkum orsakað av grindadrápi, so er eingin orsøk hjá okkum at varðveita hetta vinarbandið,sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.




