Brimil kom til Atlantic Navigator í kvøld um sekstíðina. Kavarar fóru niður, men tað rak ov hart til at teir kundu skera av skrúvuni.
Atlantic Navigator fekk sum kunnugt trolið um skrúvuna tíðliga ímorgun ella síðstu nátt, og sendið boð eftir Brimli at koma til hjálpar.
Brimil var hjá Atlantic Navigator íkvøld kl. 18. Atlantic Navigator var tá staddur einar 40 fjórðingar úr Íslandi.
Vit frætta í kvøld, at kavarnir hjá Brimli, ið fóru niður at royna at skera av skrúvuni avgjørdu at gevast, tí so nógvur undirstreymur var, at teir høvdu ilt við at fylgja skipinum.
Men teir siga, at tað sá ikki so galið út og at skipið valla hevur fingið annan skaða eftir tí teir dugdu at síggja.
Tí var avrátt at fara undir at sleipa Atlantic Navigator inn á Reyðafjørð. Teir verða væntandi í munnanum á Reyðafirði í morginárin um sekstíðina, og hagani fara teir til kaj á Eskifirði, ið liggur einar tríggjar tímar longur inni.
Fyribils metingarnar hjá kavarunum er, at tað fer bert at taka stutta tíð at fáa trolið leyst, so mett verður, at Atlantic Navigator møguliga kann vera aftur til fiskiskap ímorgin.
Tey siga annars at tað hevur verið av allar fagrasta veðri á leiðini ídag. Sólin hevur stava niður, og hartil hevur tað blikað á havinum, so lagið er gott hóast harmiliga óhappið.




