Skótahjálpin 2007 verður í viku 44 frá 27. oktober til 3. november.
Eins og onnur ár stuðlar Skótahjálpin tveimum verkætlanum einari føroyskari og einari útlendskari.
Føroyska verkætlanin í ár er at stuðla bústovnin á Mýruvegi í Klaksvík har autistisk børn búgva.
Útlendska verkætlanin er at hjálpa teirri lítlu indiánarabygdini Kue Tyvy, ið ein bókur av Ache indiánaraum í 2002 stovnaðu djúpt inni í frumskógini.
Skótahjálpin fer saman við Flemming Petersen at keypa teimum ein fýrahjólstrektan lastbil.
Leygarkvøldi 10 nov. kl. 20.00 verður Flemming Petersen í Atlantis har hann syngur og vísir myndir.
Atgongumerki er 100 krónur og møguligt verður at keypa fløguna við myndum fyri 150 kr.




