Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skotár

John William Joensen

2008 er skotár. Hetta merkir, at í ár eru 366 dagar og ikki 365, sum vóru í 2007, 2006 og 2005. Februar mánaður hevur fingið ein dag afturat og hevur 29 dagar ístaðin fyri 28. Skotdagur er 24. februar.

Hví skotár?
Okkara tíðarrokning er roknað eftir, hvussu langa tíð jørðin hevur um eitt umfar um sólina. Umfarið tekur eitt sindur meiri enn 365 dagar, sum vanliga er roknað at vera eitt ár. Heilt neyvt er árið 365 dagar, 5 tímar, 48 minuttir og 46 sekund (365,242216 ár!). Tá ið árið er sett at vera 365 ár, er tað eitt næstan fjórðingssamdøgur ov stutt.

Var eingin rætting fyri skeivleikan í tíðarrokningini, høvdu vit verið umleið eitt samdøgur aftanfyri eftir fýra árum, og 25 samdøgur aftanfyri eftir einari øld. Hevði hetta verið so, høvdu árstíðirnar skift eyðkenni. Kavi á jólum, sum øll droyma um altíð er, ið hvussu so er tá ið vit vóru lítil, hevði ongantíð verið, ella hvussu? Jólini høvdu flutt seg longur aftur eftir kalendaranum, og eftir 1060 ár vóru tey aftur komin upp á pláss. Spennandi hevði eisini verið við veðrinum á Summarfestivalinum.

Kanska høvdu fólk havt sletu og sparkara við á konsert, ella hevði hann fingið navnabroyting til Vetrarfestivalurin? Fyri ikki at tala um bóndirnir. Nær skulu gjólingarnir í hagan at brunda?

Tað vóru egyptar, sum fyrst fingu hugskotið at seta eitt eyka samdøgur inn fjórða hvørt ár. Rómverjar gjørdu tað sama í teirra tíðarrokning, og tað er teirra hugskot, at tað skuldi vera februar mánaður, sum skuldi vera eitt samdøgur longri.

Meen…
Hetta, sum teir gomlu í Egyptalandi og seinni teir gomlu í Róm funnu uppá at rætta tíðarrokningina, hevði eisini verið rætt, var munurin júst eitt fjórðingsamdøgur. Men tað er tað ikki. Í fýra ár er tíðarrokningin 4 ferðir 5 tímar, 48 minuttir og 46 sekund = 23 tímar, 15 minuttir og 4 sekund ov sein.

Hetta eru 44 minuttir og 56 sekund minni enn eitt heilt samdøgur. Hetta merkir, at eyka samdøgurið, vit hava í einum skotári, sendir okkum eitt lítið sindur ov langt fram í tíðina, ella heilt akkurát 11 minuttir og 14 sekund. Tað ljóðar ikki av nógvum, kann ein kanska halda, men eftir 128 árum høvdu vit verið eitt samdøgur framman fyri okkara tíð.

Hugskotið at seta eitt samdøgur afturat fjórðahvørt ár var eitt gott hugskot, men ikki nóg gott. Hvat nú?

Kalendarar
Julius Cesar setti í verk tann julianska kalendaran 45 ár fyri føðing Krists. Arbeiðið við julianska kalendaranum tók tvey ár. Tíðarrokningin var farin heilt av leið, og fyri at fáa mánaðirnar uppá pláss aftur og at passa til árstíðirnar, var neyðugt við trimum skotmánaðum at leingja 46. árið fyri Kristi føðing upp til 455 dagar. Í hesum kalendara vóru 365 dagar í hvørjum ári, undantikið hvørt fjórða ár, tá var skotár. 366 dagar. Skeivleikin við tí julianska kalendaranum vaks, sum øldirnar komu og fóru.

Ein øld er long tíð hjá okkum vanligum menniskjum, men leggja vit lítið við lítið, so verður tað stórt umsíðir. Í 16. Øld var várjavndøgur 11. marts ístaðin fyri 21. marts, sum tað átti. Grækaris 13, pávi, beinkaði tí tann julianska kalendaran í 1582. Danir fóru at nýta tann gregorianska kalendaran í árinum 1700.

Dagfestingin varð flutt 11 dagar frameftir. Reglurnar fyri tíðarrokning broyttust eitt sindur. Nú skuldu ikki øll árini fjórða hvørt longur verða skotár. Árini við aldarbyrjan t.e. 1800, 1900, 2000 o.s.fr, skuldu hereftir bert vera skotár, um árstalið kundi býtast við 400. Soleiðis vóru árini 1800 og 1900 ikki skotár, men 2000 var skotár. 2100 verður ikki skotár.

Eins og við tí julianska kalendaranum er heldur ikki tann gregorianski kalendarin heilt, heilt rættur. Men tað er nær við. Kalendaraárið og tað sanna árið eru nú bert umleið ein hálvan minutt frá hvørjum øðrum. Tað fer at taka 3300 ár at fáa ein skeivleika uppá ein dag.

Við til søguna hoyrir, at ikki øll lond fóru at nýta tann gregorianska kalendaran í 1582. Russar fóru ikki nýta hann fyrr enn einaferð í 20. øld. Bolsjevikkarnir marsjeraðu inn í Vetrarborgina í Santa Pætursborg hin 25. oktober 1917, roknað eftir tí julianska kalendaranum. Eftir tí gregorianska kalendaran var dagurin 7. november 1917. Tað sum russar kalla oktoberkolveltingin, kalla vit tí novemberkolveltingin.

Skotár – hvat hendir
Í USA er forsetaval hvørt skotár. Amerikumenn hava ikki møguleikan at velja forseta í úrtíð, skuldi forsetin lagt frá sær ella doyð. Summar OL hevur verið hvørt skotár, undantikið krígsárini fyrra og seinna heimsbardaga. Í 1906 var eisini summar OL, bert 2 ár eftir at summar OL hevði verið skotárið 1904, men hetta var bert ein markering av 10 ára skeiðnum, ið var farið síðan skotárið 1896, tá ið teir fyrstu summarleikirnir høvdu verið í Athen. Summar OL var aftur 2 ár seinni, skotárið 1908.

Í gomlum døgum var ymsastaðni í Evropa bert kvinnum loyvt at biðja mann gifta seg við sær í einum skotári. Hini trý árini mátti maðurin biðja kvinnuna koma at gifta seg við sær. Fyri at kvinnur ikki skuldu kenna sviðan ov fastan, um tær fingu nei frá unnustanum, skuldi maður, ið sýtti at gifta seg við kvinnu eitt skotár, geva kvinnuni endurgjald í so og so nógvum kossum, reiðum peningi ella ogn – eingin øvugt lóg ella reglugerð var galdandi fyri menn; segði nakar javnstøða? Í miðøld hugsaðu teir alíkavæl eisini eitt sindur um javnstøðu. Við hvørt. Fyri at minka um vandan hjá monnum at vera biðin um at gifta seg við kvinnu, teir ikki skoyttu um, gjørdist tað bert 29. februar, at kvinna kundi biðja um mann.

Børn fødd 29. februar
1 av hvørjum 1500 børnum eru fødd 29. februar. Ein meting er, at 4 milliónir børn kring allan heimin eru fødd 29. februar. Hetta svarar til, at einir 32 núlivandi føroyingar eru føddir 29. februar. Ymisk er tó, nær teir halda føðingardagin, men reint formelt er tað ikki líkamikið um tað er 28. februar ella 1. marts. Tað hevur onkuntíð verið trupuleiki, um ein persónur er myndugur ella um ein restar í. Nøkur lond hava lógarfest tað til 28. februar.

klaxilex