Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skótarnir byrja nú aftur við regluligum fundum

John William Joensen

Flest øll, sum hava verið skótar sum børn og tey, sum eru skótar í dag vita, at Lord Baden – Powel byrjaði í Onglandi við skótaarbeiðinum millum dreingir í 1907, tá fyrsta skótalegan varð hildin í Brownsea Island.

Í 1910 byrjaði so skótaarbeiðið fyri gentir eisini, og tað var systir til Baden-Powell, sum hjálpti honum í byrjanini, og hon kallaðist Agnes.
skótarørslan breiddi seg skjótt runt um allan heim og kom eisini til Føroyar. Gulu skótarnir byrjaðu longu í 1926. KFUM-skótarnir byrjaðu í 1930 og KFUK-skótarnir byrjaðu í 1928 og FH-skótarnir byrjaðu í 1939.
Skótarørslan er ein uppaling av børnum og ungum, og gevur teimum nakrar góðar upplivingar gjøgnum spæl og útferðir, samstundis sum tey fáa brúkt síni evni til nakað gott.
KFUM-skótarnir og KFUK-skótarnir hava trýkantin við í skótamerkinum, soleiðis vilja vit undirstrikað, at tann kristna uppalingin er við í okkara arbeiði. Vit vilja geva teimum nakað til: likam, sál og anda í okkara virksemi.
KFUM merkir Kristiligt Felag fyri Ungar Menn og KFUK merkir Kristiligt Felag fyri Ungar Kvinnur.
KFUM og KFUK-skótarnir í Klaksvík byrja aftur við sínum fundum nú mánadagin 23. august: Kl. 19 møta øll bæði smáskótar, miðskótar, ungdómsskótar og leiðarar.
Tey, sum fegin vilja koma við og gerast skóti í ár eru eisini hjartaliga vælkomin.
Vit fara at hugna okkum og finna uppá okkurt spennandi fyri tykkum øll.
Annars eru fundir hvørja viku:
Mánakvøld kl. 19 møta: Yngri og eldri smáskótar (frá 7-10 ár)
Týskvøld kl. 19 møta: Miðskótar (frá 11-14 ár)
Hóskvøld kl. 19 møta: Ungdómsskótar (ung frá 15 ár og eldri.
(Fyrsti fundur 26. august).
Skótafundirnir verða hildnir í KFUM og KFUK í Klaksvík.