Trý fólk hava latið lív, meðan fimm løgreglufólk eru særd undir skothendingum í Keypmannahavn seinasta samdøgrið
Síðani klokkan 15.30 leygardag seinnapartin eru tríggjar skothendingar farnar fram í Keypmannahavn. Tríggir borgarar hava latið lív, har tann seinast dripni verður hildin at verða illgerðarmaðurin aftan tvær skothendingar seinasta samdøgrið. Hann doyði undir einum skotbardaga við løgregluna tíðliga í morgun.
Harumframt ery fimm løgreglufólk eru særd
Stuttur samandráttur
Á einum tíðindafundi í morgun klokkan 8 greiðir løgreglan frá, at maðurin, sum verður hildin at vera illgerðarmaðurin aftan tvær skothendingar í gjár, doyði undir skotbardaga við løgregluna á Nørrebro. Sambært kanningarleiðara Jørgen Skov vísa videoupptøkur, at tann deyði helst er tann sami, sum skeyt og drap eitt fólk við mentanarhúsið Krudttønden á Østerbro og seinni í nátt eisini drap ein ungan mann við eina synagogu á Krystalgade í innara partinum av Keypmannahavn.
Sambært løgregluna hevur seinasta døgnið hjá metta illgerðarmanninum sæð soleiðis út:
- Klokkan 15.33 fer hann at skjóta við einum automatvápni eftir fleiri fólkum í mentanarhúsinum Krudttønden
- Hann rýmur av staðnum í einum stolnum VW Polo. Løgreglan fær fylgt leiðini hjá honum á videoupptøkum
- Hann steðgar við Kildevældsskúlan á Østerbro
- Her ger hann eina telefonuppringing. Tað sær løgreglan á videoupptøkum hjá skúlanum
- Ein hýruvognur kemur á staðið. Tá løgreglan seinni avhoyrir hýrivognsføraran fáa teir ein bústað, sum metti illgerðarmaðurin er koyrdur til
- Umleiða klokkan 16.30 er metti illgerðarmaðurin á bústaðnum, sum løgreglan nú ansar eftir. Har er hann í umleið 20 minuttir
- Maðurin fer av bústaðnum og kemur aftur í nátt, har hann fer at skjóta móti løgregluni. Hann verður sjálvur dripin undir skotbardaganu
Myndin er tikin av heimasíðuni www.politiken.dk




