Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skotsk fólkaatkvøða í Føroyingahúsinum

Danial Viðoy

Keypmannahavn: Farna fríggjakvøld skipaði Meginfelag Føroyska Studenta fyri einum forvitnisligum tiltaki í Føroyingahúsinum. Ein roynd at lýsa støðuna og at profetera um úrslitið.

Keypmannahavn: Farna fríggjakvøld skipaði Meginfelag Føroyska Studenta fyri einum forvitnisligum tiltaki í Føroyingahúsinum. Ein roynd at lýsa støðuna og at profetera um úrslitið.

Soleiðis varð skrivað undan tiltakinum:

18. septembur fer skotska fólkið á val!

Valið stendir millum fullveldið og bretska samveldið.

Í hesum sambandi fer MFS í Keypmannahavn saman við Una Holm Johannesen at taka pulsin á valstríðnum og hyggja nærri at sambandinum millum Føroyar og Skotland.

Skotland er sum eitt av fýra londum í Bretlandi nærmasti granni okkara. Tí hava Føroyar eitt gott og sterkt samband við Bretland bæði politiskt og búskaparliga, men ikki minst mentanarliga.

Skotsku oyggjarnar, Orknoyggjarnar, Hetland og Hebridurnar liggja nærmast Føroyum. Politisku leiðslurnar á hesum oyggjum hava vent eyguni móti útnorði og ynskja betri norðurlendskt samband og meira sjálvræði frá Edinburgh, óansæð úrslitið av fólkaatkvøðuni.

Ólavur Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur og Ph.d. lesandi í Aberdeen, fer at geva okkum eina beinleiðis dagføring av núverandi støðuni viðvíkjandi valstríðinum. Hann fer m.a. at greiða frá, hvussu veljarakanningarnar síggja út, hvat grundgevingin fyri hesum kann verða, hvussu hýrurin er millum fólkið, umframt hvørji evni hava merkt valstríðið.

Sigmundur Ísfeld, sendimaður Føroya í Keypmannahavn og fyrrverandi sendimaður í London, fer at greiða frá skotska tjóðskaparstríðnum bæði í einum bretskum høpi og við atliti at viðurskiftunum við Føroyar.

Rógvi Olavson er samfelagsfrøðingur og hevur búð bæði í Skotlandi og Onglandi. Han fer at hugleiða okkum um, hvussu valið kann koma at ávirka Føroyar og føroysk áhugamál, og hvussu sambandið millum Føroyar og Skotland og onnur norðurlendsk lond kan broytast og gerast sterkari.

Myndir frá tiltakinum síggjast niðanfyri, sum Marjun Lindarstein hevur tikið: