icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skotskur filmur um grindadráp frumsýndur í næstum

Danial Viðoy

The Islands and the Whales er ein nýggjur grindafilmur, har skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera.

Virðislønti heimildarfilmurin The Islands and the Whales verður sýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio 9. og 10. august, har leikstjórin verður til staðar, skrivar Birgir Kruse á sínum bloggi.

Sýningarnar, sum eru almennar, verða kl 19:30. Atgongumerkjasølan er byrjað bæðiá netinumog við skivuna í biografinum.

The Islands and the Whales er ein nýggjur grindafilmur, har skotski leikstjórin Mike Day eygleiðir og ber søguna hjá øllum pørtum fram á stóra løriftinum uttan at moralisera, skrivar Birgir Kruse.
Sí brellbita niðanfyri: