Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKRÁ FØROYA SJÓMANNADAGUR 2014

John William Joensen

FØROYA SJÓMANNADAGUR 2005 – 2014. Skráin fyri Føroya Sjómannadag er sera fjøltátta og drúgv og byrjar mánadagin 18. August og endar sunnudagin 24. august.

FØROYA SJÓMANNADAGUR2005 – 2014

10 árSKRÁ FØROYA SJÓMANNADAGUR 2014

Skráin fyri Føroya Sjómannadag er sera fjøltátta og drúgv og byrjar mánadagin 18. August og endar sunnudagin 24. august.

ØLL TILTØK Á FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS!

—–

Høvuðsstuðlar:

Klaksvíkar Kommuna

EIK

Sí meira á:www.sjomannadagur.fo

——–

FRÍGGJADAGIN 22. AUGUST

10.00 – 16.00

Í deildini hjá EIK.

Framsýning av model skipum.

Livar Nysted sýnir fram ymiskar lutir frá rógving tvørtur um heimshøv.

13.00 -16.00

Norðoya Fornminnasavn er opið

18:00

Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni

19:00

VATNKRÍGGJ Á VÁNNI

Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni har farið verður umborð.

Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helst verða sminka sum sjórænarar.

Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað er nakað sum tit ivast í.

Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær. Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænara kongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligar luftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt.

Sløkkilið úr fleiri økjum í landinum luttaka.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka í Klaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir (avmarkað nøgd) at brúka til at kríggjast við.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 23. august.

KAPTAJN GARDAR – vatnkríggj

Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstu børnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyri smærru børnini – á bryggjuni frammanfyri KRYVJING . Her ber eisini til at síggja skipini kríggjast á Vánni. Kaptain Gardara skipar fyri og luttekur í vatnkrígginum!


Kl. 22:00 – 02.00

STÓR ÚTIKONSERT Í KLAKSVÍKSGARÐINUM.

Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert.

22.00  Quarter to Three

22.45  DJ-X

23.00  Danny and the Veetos

23.45  DJ-X

24.00  Grandma’s Basement

24.45  DJ-X

02.00  Endi

———

LEYGARDAGIN 23. AUGUST

09.00

Føroysku seglskipini hittast á Pollinum og seta segl. Eisini luttaka stóru útróðrarbátarnir.

Seglskipini koma á Klaksvík og leggja at bryggj við langu-kaj. Jóhanna TG 326 – Dragin og aðrir motorbátar.

Stóru útróðrarbátarnir koma at bryggju.

Kl. 09.00 – 18.00

Listaframsýningar lata upp í Klaksvíksgarðinum.

Lydia Petersen, hevur listaframsýning.

Edward Fuglø sýnir fram málningar í atelierinum úti í gomlu Klaksvíkini.

Vardi verkstaðurin á Brekku sýnir fram.

Listaframsýning í Spaniastovu.

Kl. 09.00 – 18.00

Framsýning av livandi fiskum og skeljadjórum á kajuni.

Kl. 10.00 – 18.00

Framsýning av gomlum motorum hjá Norðoya Motorsavnið.

Framsýning av gomlum Benzinmotorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50 ini

Kl. 10:00

Bjóðar Føroya Sjómannadagur til stórt kaffiborðið.

Kl. 10:30

Heiðursmerkjahandan til vinnarar av fiskikappingini

Kl. 10:45

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur Føroya Sjómannadag.


Steypa handan til bestu skip og bátar í Føroyum.

Formaðurin í løgtingsins vinnunevnd, Alfred Olsen, sigur nøkur orð og handar heiðurstekin.

Føroyameistarakapping í eplaflísing.

11.00 – 18.00

Norðoya Fornminnasavn opið

11.00-18.00

Rógving við jollum fyri børn og vaksin.

11.00 – 18.00

Harmonikutónleikur á bryggjuni.

11.00 – 18.00

Rógving fyri børn og ung á flakum í grunnum hyli á bryggjuni.

12:00 – 17.00

Kaptain Gardar & Stampi skipa fyri SKEIÐI FYRI LÍTLAR SJÓRÆNARAR umborð á Draganum.

Børn undir og í skúlaaldri kunnu royna sýni kynstur sum Sjórænarar.

Øll sum klára royndirnar fáa eitt diplom frá Kaptain Gardar & Stampi.

12.00 – 18:00

Bláikrossur Føroya

Deilur út ókeypis helium-ballónir til børn fyri at heiðra Føroya Sjómannadag fyri at skipað fyri einum stórum rúsfríum familju degi. Í stóra tjaldinum.

12.00 – 18.00

Hittast við essuna í smiðjuni Ídni

Smiðjan Ídni úti í gomlu Klaksvíkini byrjaði sítt virksemið í 1946. Í samband við Sjómannadagin er kynt aftur í gomlu essuni.

Øll sum hava havt tilknýti til smiðjuna verða boðin til eitt kaffiprát um gamlar dagar. Kl. 14:00 Óli Olsen, rithøvundur, greiður frá fyrstu motorbáta bedingini í Klaksvík, sum lá har sum Ídni er og frá øðrum virksemi sum var í Klaksvíksgarðinum. Kl. 15:00 verður felagsmynd tikin frammanfyri smiðjuna.


12.00 – 18.00

MagnusHeinason á Sjómannadegnum

Leygardagin frá kl 12 til 18 verður høvi atvitja umborð á rannsóknarskipinum Magnus Heinason. Har ber til at síggja og fáagreitt frá um kanningarstovur, útgerð og mannagongdir í sambandi við tær ymiskukanningarnar, sum verða gjørdar umborð á rannsóknarskipinum.

12.45

Føroyameistarakapping – Trolbøting

13.00–17.00

Børn kunnu lita og spæla ymisk Bassaspøl í stóra teltinum

13.00

Kapprógvin við flakum – Looknorth skipar fyri.

13.00 – 18.00.

Opið hús á Looknorth.

Til ber at síggja hvussu framleitt verður EPS (flamingo) og hart plast.

Víst verður runt á virkinum og Looknorth bjóðar kaffi og vaflur.

13.00 – 17:00

Føroyameistarakapping – Kassastabling

Norðoya MC skipar fyri.

13.00 – 18.00

Ókeypis kramarísar.

Føroya Sjómannadagur í samstarvi við PM Heilsølu bjóðar ókeypis kramarísar til børn og vaksin.

13.00 – 18.00

Norðoya bjargingarfelag hevur opið skip umborð á bjargingarbátinum Ziska

13.00 – 16.00

FØROYA STØRSTA OG ÁTILIGASTA

FISKABUFFE

VIÐ ØLLUM GÓÐUM ÚR HAVINUM

Í samband við at Føroya Sjómannadagur hevur 10 ár á bakið verður stór ókeypis FISKA-Buffe.

Makrelur – svartkalvi – sild – havtaska – toskur – hýsa – kalvi – rækjur – laksur – fiskasúpan – rækjur – skrubbir – grind/spik – eplir&grønt …. OG ANNAÐ MANGT.

Menn hagreiða fisk og flekja.

ALT FØROYSKT OG ALT ÓKEYPIS.

FØROYSKUR TARI SUM MATVØRA

Samstarv millum Janet Fríðu Johannesen frá Ny Nordisk Mad hjá Nordisk Ministerråd og Føroya Sjómannadag.

Ymisk sløg av føroyskum tara verða sýnd fram.

Agnes Mols Mortensen, PhD-lesandi og taraserfrøðingur og Ruben M.

Busk, Chefkokkur á Hotel Hafnia greiða frá ymiskum tarasløgum og

hvussu hesi verða brúkt í matgerð.

Eisini verður matgjørt við tara og smakkiroyndir.

13.00-16.00

Action á sjónum: Uppliving fyri lívið – bæði fyri børn og vaksin á luft pútum, sum verða hálaðar aftaná skjóttgangandi báti.

Scorpion – Villur túrur við speedbáti sum gongur 70 míl.

13.30

Bjargingarroynd við av Tyrluni hjá Atlantic Airways og Norðoya Bjargingarfelag.

Samstundis hevur Klaksvíkar Sløkkilið venjing við oljusperringum.

Kl. 13.30 – 17.00

FM í Ripping.

FM at vinda upp á trol-nál.

13.30

Finn Johannesen fortelur børnum søgnina um Kópakonuna. (Stóra tjaldi)

13.45

SkipalistaQuizzin, Árni Gregersen skipar fyri.

14.00 – 19.00

Silja-Star siglir frá Langu-kaj til Kópakonuna í Mikladali við ferðaleiðara.

Túrurin tekur uml. 50 min. frá tí farið verður úr Klaksvík til lagt verður at bryggju aftur í Klaksvík.

Silgt verður frá Langu-kaj kl. 14:00, kl. 15:00, kl. 17.00 og kl. 19:00!

14.00 – 18.00

Sjónám hevur opið hús

14.30

Togtogan millum skipsmanningar

15.00

Angela og Hannibal framføra á lítla palli í stóra tjaldinum.

15.25

Svimjikapping á Vánni

Svimjufelagið ÆGIR skipar fyri svimjukapping tvørtur um Vánna. Tilmelding hjá ÆGIR.

Kappast verður í bólkum: Menn, Kvinnur (25 ár og eldri), Dreingir og Gentur (undir 25 ár)

15.30

Føroyskur dansur á bryggjuni.

15: 45

Føroyameistarakapping – Vinda hespur upp í noða. Kappingin er fyri pør

VINNINGUR: Vikuskifti fyri tvey á Hotel Føroyum við fullari pensjón

16.00

Finn Johannesen fortelur børnum søgnina um Kópakonuna. (Stóra tjaldi)

16.00

Gullvasking í stóra teltinum

16.00

Grindamanna Felagið vísir hvussu hvalir verða skornir upp. Frásøgumaður greiður frá baði á føroyskum og enskum.

16.15

Føroyameistarakapping – Kasta lodd

Kappingin er fyri kvinnur og menn

16.45

Føroyameistarakapping – Halda dregg

17.00

Bassi gevur børnunum ballónir í stóra teltinum

17.15

Føroyameistarakapping – Kasta fanglínu.

VINNINGUR: Skrúvumaskina DEWALT frá KBI

17.40

Føroyameistarakapping – Sjómannstak

18.10

Føroyameistarakapping – Kelving

18.30

Føroyameistarakapping – Agnskering

19.00

Føroyameistarakapping í Egning

19:30

Tá egnikappingin er liðug skipar Hans Hjalti Skaale og fleiri fyri felagssangi við sjómannsvísum í stóra tjaldinum.

23.00

Dans på Bryggen

——-

SUNNUDAGIN 24. AUGUST:

11.00

Sjómansguðstænasta í Christianskirkjuni

Marjun Lómaklett, sóknarprestur.

Hornblástur.

Sangkórið í Christianskirkjuni syngur.

13.00 – 16.00

Norðoya Fornminnasavn er opið

14.00

Emmaus: Sunnudagsskúla útferð

15.00-18.00

Bátasavnið í Leirvík er opið

15.00

Fyrilestur í avhaldshúsinum í Mikladali: Kópakonan – søgnin, ið vit øll eiga.

Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag í Evropeiskari etnologi, ið hevur skrivað bókina “Sælkvinden – en sælsom fortælling”, heldur fyrilestur um kópakonusøgnina.

18.00

Sjómansmøti Í KFUM & K

18.00

Møti í Emmaus v/Niels Juel Arge

SÍ KORT NIÐANFYRI