Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrá fyri 2015 – Norðoya Gongufelag

Tíðindaskriv

Norðoya gongufelag er spakuliga fari í holt við skránna fyri 2015, hon er at síggja inni á facebooksíðu okkara ella tit kunnu fáa hana við at kontakta okkum. Í februar vóru vit omanfyri Toftir við Alfred Olsen, nú hava vit fingið Pól Sundskarð, sum guide ein túr og eisini fara vit at alliera okkum við Djóna Kunoy at koma túrar við okkum.

Í ár koyra vit sum eitt áhugafelag, og limagjald skal ikki rindast. Um tað er nakað, sum kostar t.d. um vit leiga buss ella brúka guide, so verður goldið á staðnum.

Endamál felagsins er at skipa fyri gongutúrum í bø og haga

* Vit gera vegleiðandi skrá og upplýsa nøkulunda torleikastig

* * lættur túrur, ** miðal, ***tungur

* Vit lýsa á facebook og í Norðlýsinum nakrar dagar áðrenn

Um tit ætla túr við Norðoya Gongufelag minnist til:

* Klæði tykkum eftir veðrinum

* Verði í goðum gonguskóm

* Havi mat/drekka við

* Túrar verða gjørdir alt eftir veðrinum

* Allir gongutúrar eru fyri luttakarans egnu ábyrgd

Í morgin leygardagin 14.mars fara vit til gongu aftur. Við Pól Sundskarð sum ferðaleiðara fara vit til Haldórsvíkar, har fara vit at ganga runt Lómavatn og niðaná Hægstafjall, ein meðaltungur túrur uppá eini 4tímar.

Vit fara úr Klaksvík kl 9.15, møtast við Bónus og koyra í egnum bilum. Seta bilanar norðanfyri Haldórsvík, og fara til gongu kl 10.

Tilmelding ikki neyðug, men spurningar vælkomnir her ella á tlf 267246

Norðoya gongufelag