Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skrá fyri temadagin hin 11/2-2005 kl 19: Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri temadagin um tilbúgving í Norðoyggjum

John William Joensen

Byrjað verður fríggjakvøldi kl 19 í KÍ høllini.

Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri bjóðar vælkomin og setir kvøldið.

Røðarar :
· Bjørn Kalsø Fiskimálaráðharri
(Hevur tilbúgving sum málsøki)
· Haldór Haldansson borgarstjóri á Flateyri í Íslandi
Evnið : Tilbúgving í samband við "skriður og omanlop"
· Christian Maschmann lækni
Evnið:
"Lægeambulance projekt" i Klaksvík
· Karl Johannesen politistur

Evnið:
Tilbúgving, umboðar allar operatørar í samband við skaðar.
· Stuttfilmur um bjarging verður frumførdur
(Filmur gjørdur av Norðoya Bjargingarfelag og Tekninska Skúla í Klaksvík)
· Bjargingarbátur verður uppblástur ( skotin av )
Umframt hesir røðarar, so verður høvi hjá fólki at sýggja ymiska útgerð og møguleiki er eisini at seta spurningar sum er knýtt at tílikari tilbúgving.

Tiltakið er ókeypis.

Vinarligast
Norðoya Bjargingarfelag

Harleyfacadeacryl